Munurin millum rættingarnar hjá "Hetland"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
Tofts (kjak | íkøst)
Linja 49:
=== Mál ===
 
Málið í Hetlandi er [[Skotskt mál|skotskt]], men skotska [[mál]]ið í Hetlandi er serstakt og hevur m.a. fleiri [[Norrønt|norrøn]] orð enn onnur skotskt málføri, men eisini nógv [[Niðurlendskt mál|hollendsk]] orð, sum úrslit av ovurstórari hollendskari hjáveru í Hetlandi síðan [[1540]] tá hollendski sildafiskiskapurin við Hetland tók seg upp. Serliga fólk í Lerwick, ið eisini bleiv róptur "Amsterdam of the North", dugdu ræðið hollendskt. Fyri tvey- trýhundrað árum síðani var norrøna málið [[Norn]] enn tosað av [[almúga|almúguni]] úti á bygd í Hetlandi, men tá kristna vekingin tók seg upp, fóru hesi at læra seg enskt fyri at kunna skilja [[bíblian|bíbliuna]], og tá almennur [[enskt mál|ensktmæltur]] skúli bleiv settur á stovn í Hetlandi, var síðsta stigið tikið til avtøkuna av norrøna málinum <ref>Geirr Wiggen: ''Norns død, især skolens rolle, 2002''</ref>, tey seinastu ið dugdu málið livdu í fjarskotnu oyggjunum [[Unst]] og [[Foula]]. Tað sum livir eftir í dag, er serliga staðarnøvn, og nøkur navnorð ið lýsa fuglar, fisk og gamla bóndasamfelagið. Sagt hevur verið at hetlendskir fiskimenn brúktu hetta málið til samskifti í Føroyum, men fleiri keldur vilja vera við, at hesir hetlendingar heldur høvdu lært føroyskt, sum við teirra serliga framburði kundi ljóða sum okkurt fremmant, men tó skiljandi.
[[Hetlendskt mál]] ber týðilig brá av at vera av [[Norrønt|norrønum]] uppruna. Fyri tveyhundrað árum síðani var [[Norrønt|norrøna]] [[mál]]ið [[norn]] útbreitt í Hetlandi. Við hesum [[mál]]i kundu [[Føroyar|føroyingar]] og hetlendingar tosa beinleiðis saman á móðurmáli sínum, sum teir javnan gjørdu.
 
[[Mál]]ið er nú útdeytt, men nógv [[orð]] og staðarnøvn liva eftir. Í yvirlitinum yvir oyggjar niðanfyri sæst t.d., at mangar av oyggjunum hava navn, ið endar -ey, sum er tað sama sum -oy á [[føroyskt (mál)|føroyskum]]. Eisini kann nevnast, at ullarliturin morreytt, bæði ljóst og myrkt, er navn á sama ullarliti í Hetlandi.
 
== Landafrøði ==