Munurin millum rættingarnar hjá "Framsøkin Ung"

Content deleted Content added
s EileenSanda flutti síðuna Framsøkin ung til Framsøkin Ung: Verður flutt eftir áheitan
Bjarnikp (kjak | íkøst)
→‎Nevnd: Broytingar í Hyperlinks
Linja 1:
'''Framsøkin Ung''' (fyrr '''Framsøkin Ungdómur''', stytt '''FU''') er eitt politiskt ungmannafelag í [[Føroyar|Føroyum]]. Framsøkin Ung varð stovnað í 2011, og er ungmannafelagið hjá politiska flokkinum [[Framsókn]], ið eisini varð stovnaður í 2011. Virðini hjá ungmannafelagnum eru tey vinnuligu, persónligu og tjóðskaparligu frælsini, eins og hjá móðurflokkinum. Ungmannafelagið ynskir sostatt eisini føroyskt fullveldi. Tó er Framsøkin Ung óheft av móðurflokkinum, politiskt og fíggjarliga. Framsøkin Ung er eitt liberalt og progressivt ungmannafelag, og hava eisini luttikið í almenna rúminum, tá ið kjakast hevur m.a. um loysing, borgarliga víglsu av samkyndum, einskiljing av [[Rúsdrekkasøla Landsins|Rúsdrekkasølu Landsins]], viðurskiftir hjá lesandi og ungum, o.ø.
 
Ungmannafelagið hevur í fleiri umførum stilla valevnið upp, bæði til kommunu- og løgtingsval. Á kommunuvalinum 2012, stillaði ungmannafelagið Ólavur í Búrstovu og Ríkin Napoleon Djurhuus upp til valevni, á lista floksins. Á løgtingsvalinum 1. septembur 2015 stillaði [[Framsókn]] formannin, Bjarna Kárason Petersen upp á lista floksins, vegna ungmannafelagnum. [[Bjarni Kárason Petersen]] fekk 135 persónligar atkvøður, og bleiv eftir samgongusamráðingunum varamaður fyri [[Framsókn]] í valskeiðinum 2015-2019 . Framsøkin Ung hevur sostatt umboðan á løgtinginum regluliga, og er einasta ungmannafelag at hava tað, fyri uttan [[Kristina Clementsen|Kristinu Clementsen]] í [[Unga Tjóðveldið]].
 
=== Formenn síðani 2011 ===
Linja 7:
* (2012-2013) Petur Kristinn Vang
* (2013-2014) Ólavur í Búrstovu
* (2014- ) [[Bjarni Kárason Petersen]]
 
=== Nevnd ===
Nevndin frá August 2015 sær soleiðis út:
* [[Bjarni Kárason Petersen]], ''formaður''
* Ólavur í Búrstovu, ''næstformaður''
* Høgni Lamhauge, ''kassameistari''