Munurin millum rættingarnar hjá "Bjarni Kárason Petersen"

Content deleted Content added
Bjarnikp (kjak | íkøst)
No edit summary
Bjarnikp (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Løgtingsfundur 26.11.15.jpg|thumbnail|right|Bjarni Kárason Petersen ber fram røðu á løgtingsins røðarapalli]]
'''Bjarni Kárason Petersen''' (føddur 14. august [[1994]]) er ein føroyskur politikari, búsitandi í Havn. Hann hevur verið formaður í politiska ungmannafelagnum [[Framsøkin ung|Framsøkin Ung]] síðani august 2014, men hevur verið virkin í ungmannafelagnum síðani byrjanina av 2013. Bjarni Kárason Petersen stillaði upp til [[løgtingsvalið 2015]] fyri [[Framsókn]], og var við 135 atkvøðum nummar 4 á listanum. [[Poul Michelsen]], floksformaður í [[Framsókn]], gjørdist eftir samgongusamráðingunum landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, og tók [[Ruth Vang]] sostatt sæti fyri hann. Bjarni Kárason Petersen er tískil varðamaður fyri flokkin, sum nummar 4 á listanum. Tann 25. novembur 2015 tók hann fyri fyrstu ferð sæti á tingi sum avloysari fyri [[Hanna Jensen|Honnu Jensen]], løgtingskvinnu, og gjørdist sostatt millum teimum yngstu í Føroya Søgu at taka sæti á tingi.
 
== Keldur ==
# [http://www.framsokn.fo/bjarni+karason+petersen_vuax.html ''Valevni - Bjarni Kárason Petersen'']
# [http://portal.fo/21+ara+gamli+bjarni+karason+petersen+tekur+saeti+a+tingi.html ''21 ára gamli Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi'']
 
[[Bólkur:Politikarar úr Framsókn]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Føðingar í 1994]]