Munurin millum rættingarnar hjá "Susvim"

Content deleted Content added
27 nýggj met í januar 2016
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Susvim 2014.JPG|thumb|Susvim 3. september 2014, tá móttøka var fyri [[Pál Joensen]], eftir at hann nakrar vikur frammanundan hevði vunnið tvey silvur heiðursmerki á EM í svimjing í Berlin.]]
 
[[Mynd:Vágur Swimming Hall, Faroe Islands.JPG|thumb|[[Vágs Svimjihøll]] hevði ein 25 metrar langan hyl, ið varð bygdur í 1979. Susvim vandi í hesum hylinum og i svimjihylinum á [[Tvøroyri]], sum er 12,5 metrar langur, fram til Páls Høll lat upp í oktober 2015.]]
[[Mynd:Pal Joensen 2012 third best in the world.jpg|thumb|Pál Joensen í 2012 við HM bronsu]]
[[Mynd:Marlon Kjærbo 2014.JPG|thumb|[[Marlon Kjærbo]] er formaður í Susvim.]]
[[Mynd:50-meter swimming pool in Vágur under construction.JPG|thumbnail|Langhylurin í Vági í ger, myndin er tikin 30. mai 2013.]]
[[Mynd:Jón Bjarnasson a Faroese Swimming Coach.jpg|thumb|[[Jón Bjarnason]] er høvuðsvenjari hjá Susvim. Hann er eisini ein av landsliðsvenjarunum.]]
'''Susvim''' er svimjifelag í [[Suðuroy]]nni, sum varð stovnað [[6. september]] [[2007]]. [[Orð]]ið Susvim er stytting av '''Suðuroyar Svimjifelag'''. [[Marlon Kjærbo]] er formaður í Susvim. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í [[Suðuroy]]nni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað [[6. mars]] [[1964]]) og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er [[Jón Bjarnason]]. Tey fyrstu árini, fram til Páls Høll lat upp í oktober 2015, fór venjingin fram í 25 metra svimjihyli í [[Vágs Svimjihøll]] í [[Vágur|Vági]] og í 12,5 metra svimjihyli á [[Tvøroyri]]. Fyrr var neyðugt at fara av landinum, fyri at venja í langhyli (50-metrar), men eftir at Páls Høll varð bygd við Føroya fyrsta langhyli á 50 metrar, er ikki longur neyðugt at fara av landinum á venjingarlegu. Páls Høll liggur á Oyrunum á syðra armi av Vágsfirði, beint eystanfyri SEV-verkið (Vágsverkið), soleiðis at avlopshitin frá verkinum, ið fyrr rann á sjógv, nú verður nýttur til at upphita svimjihylin í Páls Høll.
 
== Susvim sett 27 met í januar 2016 ==
[[Mynd:Páls Høll the pool.JPG|thumbnail|Langhylurin í [[Páls Høll]]]]
[[Mynd:Jón Bjarnasson a Faroese Swimming Coach.jpg|thumb|[[Jón Bjarnason]] er høvuðsvenjari hjá Susvim. Hann er eisini ein av landsliðsvenjarunum.]]
Í jólaferiuni 2015 vandi Susvim sera hart, har summi svumu upp til 100 km um vikuna, og í januar 2016 settu tey nógv nýggj føroysk met og juniormet. Ein stevna varð hildin í Páls Høll 9. januar 2016, Susvim Stevnan 2016, og frá 22. til 24. januar 2016 luttók Susvim á Reykjavík Internation Games 2016 við sera góðum úrslitum. Tá ið RIG 2016 var liðugt, skrivaði formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, at tað fram til 24. januar 2016 vórðu sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, og harav átti Susvim øll uttan tvey. Rókur hugleiddi um, at hann ivaðist ikki í, at harða venjingin hevði nógv at siga, men samstundis metti hann eisini, at tað at suðuroyingar nú høvdu fingið ein langhyl at venja í dagliga hevði gjørt stóran mun, og at suðuroyingarnir nú runnu undan øllum hinum føroyingunum, ið ikki høvdu ein langhyl at venja í dagliga. Formaðurin endaði við at siga: ''Norðingarnir munnu fara at klára seg væl eisini, sum vit millum annað sóu at svimjararnir úr Ægir og Reysta gjørdu, nú í Reykjavík. Men tað er gott nokk ein gloypibiti at svara aftur, tá ið tokið úr Pálshøll longu koyrir við fullari ferð, út í heim.''<ref>[http://www.svimjing.com/2016/01/25/story/nu-renna-suduroyingar-fra-restini-vegna-palsholl svimjing.com - Nú renna suðuroyingar frá restini, vegna Pálshøll]</ref>
 
Line 14 ⟶ 12:
 
=== Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2014 ===
[[Mynd:Vágur Swimming Hall, Faroe Islands.JPG|thumb|[[Vágs Svimjihøll]] hevði ein 25 metrar langan hyl, ið varð bygdur í 1979. Susvim vandi í hesum hylinum og i svimjihylinum á [[Tvøroyri]], sum er 12,5 metrar langur, fram til Páls Høll lat upp í oktober 2015.]]
[[Mynd:Pal Joensen 2012 third best in the world.jpg|thumb|Pál Joensen í 2012 við HM bronsu]]
[[Mynd:Marlon Kjærbo 2014.JPG|thumb|[[Marlon Kjærbo]] er formaður í Susvim.]]
 
{|class=wikitable style="width: 65%; font-size: 95%;"
! Felag !! Gull !! Silvur !! Bronsa
Line 78 ⟶ 80:
 
=== Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2013 ===