Munurin millum rættingarnar hjá "Sonja Jógvansdóttir"

Content deleted Content added
→‎Politisk lívsleið: dagføring og keldur
Linja 12:
Sonja stillaði upp til [[løgtingsvalið 2015]] fyri [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]]. Hon var sera sjónlig í valstrínum, har hon marknaðarføtdi seg vid einari sloyfu, ið [[Óli Breckmann]] fyrr var kendur fyri at nýta. Tey bæði eru annars mótsetningar politiskt, hann uttast til høgru og hom langt til vinstru. Hon segði í valstríðnum, at hon vildi arbeiða fyri teimum ið vóru í fátækraváða og fyri at skapa javnrættindi til samkynd og øll í Føroyum. Hon fekk sera nógvar atkvøður, 1021 persónligar atkvøður, ið var næstflest hjá Javnaðarflokkinum og triðflest av øllum. Flokkur hennara kom í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn og fekk løgmann og trý onnur landsstýrisfólk. Sonja kom ikki í landsstýrið, men seinni dagin eftir at landsstýrið varð sett, segði hon, at henni stóð í boði at gerast landsstýriskvinna í innlendismálum, men tað hevði hon takkað nei til, tí hon metti at onnur vóru betri egnaði til tað og at hon hevði egna seg betri til almannamál. Sama kvøld sum løgtingið hevði sín fyrsta fund og landsstýrið varð útnevnt, boðaði Sonja frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, men at hon framvegis stuðlaði samgonguni. Hon segði m.a. At hon ikki føldi seg væl í flokkinum og at hon ikki kundi halda fram við at vera limur í einum flokki, ið hevði blokerað fyri, at hjúnarbandslógin varð nevnd í samgonguskjalinum.
 
Tá ið nevndarsessirnir í Løgtinginum vóru býttir, fekk Sonja tveir vanligir nevndarsessir, ongan formanssess. Hon og Nýtt Sjálvstýri gjørdu tekniskt samstarv við samgonguna, ið førdi til, at andstøðan ongan formanssess fekk. Nýtt Sjálvstýri fekk tveir formanssessir, eitt nú gjørdist Bárður Kass Nielsen formaður í einari nevnd, hann er varamadur fyri Jógvan Skorheim, ið noyddist at velja løgtingssessin frá um hann vildi halda fram sum borgarstjóri í Klaksvík, Bárður fekk 69 atkvøður. Sosialurin skrivaði kritiskt um tað at Sonja hevði telva so illa, at hon takkaði nei til landsstýrissess og rýmdi úr Javnaðarflokkinum, ið gørdi tað upplagt, at Framsókn og samgongan, ið var komin í minniluta, noyddust at bjóða Anniku Olsen formanssessin í Fíggjarnevndini, fyri at tryggja sær, at hon gjørdist limur í Framsókn og harvið eisini gjørdist limur í samgonguni, ið harvið aftur fekk meiriluta. Stutta tíð eftir at Annika fór upp í Framsókn, valdi hon tó at taka seg úr aftur flokkinum og gjørdist leysgangari eins og Sonja. Sonja valdi at stuðla stjórnini, og nakrir mánaðir seinni vísti tað seg, at stjórnin hjá Aksel V. Johannesen hevði størri stríð við at finna semju innanfloks enn við Sonju Jógvansdóttir, tá ið Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, ið samstundis vóru ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri á Tvøroyri, ikki vildu taka undir við ætlaða politikkinum hjá samgonguni viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum.<ref>[http://portal.fo/tvoramenn+forda+fyri+uppbodssolu.html portal.fo - Tvøramenn forða fyri uppboðssølu]</ref><ref>[http://kvf.fo/greinar/2015/12/22/alitid-kemur-i-dag#.VpjdVvmLTIU kvf.fo - Álitið kemur í dag]</ref>
 
== Keldur ==