Munurin millum rættingarnar hjá "Kvívík"

Content deleted Content added
Jagldýr (kjak | íkøst)
s geobox
Linja 29:
== Søga ==
[[Mynd:Kvívík, Faroe Islands (5).JPG|left|thumb|Víkingatoftir í Kvívík]]
Í Kvívík eru gamlar [[víkingar|víkingatoftir]], ið hava sín uppruna í [[landnám]]stíðini, t.v.s. at tær eru reistar av írskum munkum í [[9. øld|9.]] ella [[10. øld]]. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum [[1870]] og [[1880]], komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir. Í [[1942]] fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í [[18. øld]].
 
Kvívík er elligomul kirkjubygd. Trúðbótin var lógarfest í Danmark í 1536, og Ólavssøkudag í 1541 vórðu fleiri upprunaligir katólskir prestar vígdir til lutherska tænastu. Ein teirra, harra Pætur Lýðarsson, var prestur í Kvívík (Lenvig, 1990). Undantikið eitt tíðarskeið í 1600 talinum, tá prestasæti var norðuri í Kjalnesi í Kollafirði, hevur prestur havt sæti í Kvívík. (Lenvig, 1990)