Munurin millum rættingarnar hjá "Elin Brimheim Heinesen"

Content deleted Content added
Indsat foto
Linja 1:
[[File:Skúvanes.Suðuroy.1.jpg|thumb|300px|Elin Brimheim Heinesen]]
'''Elin Brimheim Heinesen''' (fødd [[25. juni]] [[1958]]) úr [[Tórshavn|Havn]] er [[Føroyar|føroyskur]] tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður. Hon er útbúgvin magistari (Cand.mag.) í listfrøði og mentan (Æstetik & Kultur), hon læs við Århus Universitet 1984-1986 og 1989-1991. Elin búði í [[Danmark]] í meir enn 20 ár, hon flutti aftur til [[Føroyar|Føroya]] at búgva í 2007, tá hon gjørdist stjóri á [[Samvit]], sum var útflutnings- og ferðaráð. Áðrenn Elin flutti til Føroya starvaðist hon m.a. sum stjóri, marknaðarleiðari, verkætlanarleiðari, redaktiónsstjóri, ritstjóri og sum sjálvstøðug vinnurekandi við egnari fyritøku, sum m.a. bjóðar ymiskar tænastur innan samskifti og vinnuráðgeving, umframt at hon ger heimasíður. Elin var stjóri á Samvit til stovnurin varð niðurlagdur í august 2009. Frá september 2009 til mai 2012 var Elin í starvi sum miðla- og menningarleiðari í [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]].<ref>[http://www.heinesen.fo/ElinBrimheimHeinesen/CV/Introduktion_FO_CV.htm Heinesen.fo]</ref> Síðan mai 2012 hevur hon verið sjálvstøðugt vinnurekandi umframt at hon er ein av høvundunum, sum skrivað tíðindi á portal.fo, eftir at portalurin var seldur til Knassar. Í februar 2014 varð Elin vald í nevndina hjá nýggja føroyska filmsfelagnum [[Føroysk Filmsfólk]].<ref>[http://listinblog.blogspot.com/2014/02/felagi-froysk-filmsfolk-er-stovna.html listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað]</ref>