Munurin millum rættingarnar hjá "Ovurfiti"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Obesity}}
Hans1512 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Overweight_biker.jpg|thumb|right|250px|Fjórði hvør breti er ovurfeitur, og við verandi gongd verða 26 milliónir ovurfeit fólk í Bretlandi í 2030. Kanningar vísa, at meir enn ein millión bretar hava eitt BMI millum 40 og 50 – tvær ferðir so nógv sum tað, ið verður roknað sum sunt.]]
'''Ovurfiti''' verður mett út frá [[BMI]]-talinum. Eitt BMI omanfyri 25 verður roknað sum fiti, og er BMI omanfyri 30 er talan um ovurfiti. Ovurfiti og diabetis 2 eru millum størstu heilsutrupulleikarnar kring allan [[Vesturheimurin|Vesturheimin]] og tilburðirnir av ovurfita og diabetis 2 økjast á hvørjum ári. Kanningar, ið áður eru gjørdar í USA, Fraklandi, Svøríki og Bretlandi hava víst, at ovurfiti og diabetis økist. Ovurfiti hevur ótrúliga nógvar irriterandi trupulleikar við sær; yvirvekt og fiti økja m.a. vandan fyri diabetes 2 og hjarta- og æðrasjúkum, serliga um fitin situr um miðjuna. Likam okkara hevur feittgoymslur, sum eru neyðugar fyri, at likamið kann virka, sum tað skal. Um feittgoymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur. Feittgoymslurnar gerast ov stórar, um ein tekur meira orku inn, enn ein brennur. Við øðrum orðum: feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørur seg ov lítið. Ovurfiti kann arvast, men lívshátturin er kortini sera avgerandi fyri, um ein gerst feit/ur. Sambært [[WHO]] er økta mongdin av fitiríkum mati, salt og sukur, saman við ov lítlari rørslu orsøkin til økingina av ovurfita í heiminum í dag. Læknarnir hava tí forskriva matarvarni og venjing, sum neyðug amboð ímóti ovurfita. Hetta fokusera miðlarnir og handilsvinnan á, og kappast tí um at veita røttu venjing, kost, matarvanar og ráðgeving um rætta livimátan. Skeivur kostur og ov lítil rørsla hava við sær yvirvekt og ov høgt blóðtrýst, kolesterol og blóðsukur. Tað kankann hava við sær diabetes 2 og viðvirka til hjarta- og æðrasjúkur. Eisini fáa fleiri, sum viga ov nógv, trupulleikar við ryggi og knøum. Somuleiðis fáa mong kensluna av tvørrandi sjálvsáliti.
 
Hevur tú ov nógv kolesterol í blóðinum, veksur vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum, sum til dømis blóðtøppum. Tess feitari mat, tess meiri kolesterol í