Munurin millum rættingarnar hjá "Winston Churchill"

Content deleted Content added
s Legði afturat Bólkur:Enskir rithøvundar við hjálp frá Hotcat
→‎Inn í herin: týtt úr norsku greinini
Linja 101:
 
Í 1899 fór Churchill úr herinum og royndi eina politiska yrkisleið. Hann stillaði upp sum valevni fyri [[Konservativi flokkurin (Stórabretland)|Konservativa flokkin]] í [[Oldham]] í einum millumvali tað árið. Hann gjørdist nummar trý (Oldham hevði tá tvey pláss í [[Undirhúsið (Stórabretland)|Undirhúsinum]]) og varð ikki valdur inn.
 
Hin 12. oktober 1899 byrjaði [[Boarakríggið|seinna boarakríggið]] millum Stórabretland og boarar í [[Suðurafrika]]. Churchill ferðaðist hagar sum krígskorrespondentur fyri ''Morning Post'' við løn á 250 pund fyri fýra mánaðir. Komin fram fekk hann pláss á einum bretskum armeraðum toki (pansaratok). Hetta tokið varð avsporað orsakað av at boarar framdu eitt slysálop. Sjálvt um Churchill ikki var í herbúna, so tók hann ræði, fekk rudda linjuna og fekk lokomotivi og helvtina av tokvognunum avstað við teimum særdu. Churchill sjálvur var ikki so heppin, at hann slapp til rýmingar. Saman við øðrum heryvirmonnum og hermonnum varð hann tikin til fanga og hildin í einum krígsfangalegu í [[Pretoria]].
 
Churchill megnaði at rýma úr fangaleguni, og við hjálp frá einum enskum námsleiðara flýddi hann yvir 480 kilometrar til portugisiskt øki í [[Maputo|Lourenço Marques]] (dagsins [[Maputo]]). Flýggjanin gav honum eina ávísa hetjustøðu í Stórabretlandi, samstundis sum hann fekk ábreiðslur fyri ikki at hava bíða eftir tveimum øðrum, ið høvdu havt ætlanir um at flýggja saman við honum. Churchill ferðaðist við skipi til [[Durban]] og helt seg so til herin hjá general [[Redvers Henry Buller]], ið var á veg til at hjálpa teimum bretsku herdeildunum í [[Ladysmith (KwaZulu-Natal)|Ladysmith]], og síðan at taka Pretoria.
 
Hann luttók í slagnum við Spion Kop og var við í teimum fyrstu bretsku herdeildunum, ið brutu kringsetanina av Ladysmith; Winston og systkinabarn hansara Charles Spencer-Churchill riðu í fremstu røð, teir yvirtóku eina fangalegu, har ið 52 boarar góvu seg yvir. Churchill útgav tvær bøkur um boarakríggið, ''London to Ladysmith via Pretoria'' og ''Ian Hamilton's March'', tær komu út í mai og oktober 1900, báðar bøkurnar fingu góð ummæli og seldu gott.
 
== Keldur ==