Munurin millum rættingarnar hjá "Winston Churchill"

Content deleted Content added
Linja 97:
 
Meðan hann var í India leitaði hann eftir størri avbjóðingum. Í 1895 fingu hann og Reggie Barnes farloyvi fyri at ferðast til [[Kuba]] fyri at hyggja at, meðan tær sponsku herdeildirnar bardust móti kubanskum geriljaherdeildum. Churchill gjørdi avtalu við blaðið ''Daily Graphic'' har ið hann skuldi skriva um stríðið. Churchill fegnaðist um, at hann fyri fyrstu ferð gjørdist partur av skotbardaga, tað hendi á 21 ára føðingardegi hansara. Á vegnum til Kuba vitjaði hann [[USA]] fyri fyrstu ferð. Í 1897 hevði Churchill aftur fingið farloyvi og ferðaðist fyri at eygleiða griksk-turkiska kríggið, men tað var liðugt, áðrenn hann kom hartil. Hann helt tí leiðina fram til Onglands, men á vegnum hoyrdi hann um [[Pashtun|Pathanuppreisturin]] í Landnyrðings Marklandslutinum (í dag ein partur av [[Pakistan]]) og skundaði sær aftur til India fyri at luttaka í herferðini fyri at niðurberja uppreisturin.
 
Meðan hann enn alment var við herinum í India, royndi Churchill at fáa loyvi til at sleppa við á herferðina ið skuldi vinna [[Sudan]] aftur. Leiðarin fyri herferðina, [[Herbert Kitchener|Lord Kitchener]] var negativur, men Churchill brúkti síni sambond, og fekk forsætisráðharran [[Robert Arthur Talbot Gascoyne-Cecil|Salisbury]] til at senda eitt fjarrit om málið. At enda fekk Churchill eitt starv við 21. Lancers, ein herdeild hvørs samanseting varð avgjørd úr London og ikki av Kitchener. Churchill var samstundis [[journalistur|krígskorrespondentur]] fyri ''[[The Morning Post|Morning Post]]'', fyri 15 [[Bretsk pund|pund]] pr grein. Meðan hann var í Sudan, luttók Churchill í tí ið er blivið nevnt sum tað seinasta væleydnaða bretska kavalríálop í slagnum við Omdurman. Í oktober 1898 var hann aftur í Stórabretlandi og byrjaði uppá arbeiði við tvey-bindsverkinum ''The River War'', ið varð útgivið árið eftir.
 
Í 1899 fór Churchill úr herinum og royndi eina politiska yrkisleið. Hann stillaði upp sum valevni fyri [[Konservativi flokkurin (Stórabretland)|Konservativa flokkin]] í [[Oldham]] í einum millumvali tað árið. Hann gjørdist nummar trý (Oldham hevði tá tvey pláss í [[Undirhúsið (Stórabretland)|Undirhúsinum]]) og varð ikki valdur inn.
 
== Keldur ==