Munurin millum rættingarnar hjá "Winston Churchill"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 89:
 
Hann fylgdi væl við í yrkisleiðini hjá pápanum, men hevði ikki inniligt samband við hann. Einarferð í 1886 skal hann hava sagt: ''"Pápi mín er fíggjarmálaráðharri, og ein dag skal eg eisini gerast tað."''. Óeydnusami barndómur hansara har hann var sera einsamallur, merktu hann restina av lívinum. Hann hevði tó inniligt samband við barnagentuna, Elizabeth Anne Everest. Burtursæð frá enskum, søgu og fekting, kláraði ungi Winston seg illa á Harrow, og hann varð ofta revsaður fyri vánaligt arebeiði og vantandi arbeiðsavrik. Hann var sjálvstøðugur og uppreistrarsinnaður av lindi og noktaði at læra tey klassiku verkini á latíni og grikskum.
 
== Inn í herin ==
 
Í [[1893]], tá ið hann royndi á triðja sinni, slapp hann inn á krígsskúlan hjá bretska herinum [[Royal Military Academy Sandhurst|Sandhurst]], á kavallerílinjuna (ið var stórt vónbrot hjá pápanum). Tvey ár seinni fekk hann prógv sum ottandi besti av 150 í flokki sínum í desember 1894,<ref>Jenkins, pp. 20–21</ref> og 20 ára gamal varð hann tilnevndur undirloytnantur á [[The Queen's Royal Hussars|4th Queen’s Own Hussars]]. Hesin herflokkurin var fluttur í tænastu í [[Bangalore]] í [[India]], og tá ið Churchill kom hagar við báti hendi eitt óhapp, tá ið hann gekk í land, og økslin fór úr lið. Hann fekk trupulleikar við økslini fleiri ferðir seinni, og hon fór eisin úr lið aftur seinni.
 
Í India var týdningarmesta virksemi hjá herflokkinum [[polo]], og tað var ikki nakað ið hevði stóran áhuga hjá tí unga og aktiva unga manninum; hann ynskti fleiri hernaðarligt virksemi. Churchill brúkti rættiliga nógva tíð uppá at útbúgva seg sjálvan við bókum, ið mamman hevði sent honum.
 
Meðan hann var í India leitaði hann eftir størri avbjóðingum. Í 1895 fingu hann og Reggie Barnes farloyvi fyri at ferðast til [[Kuba]] fyri at hyggja at, meðan tær sponsku herdeildirnar bardust móti kubanskum geriljaherdeildum. Churchill gjørdi avtalu við blaðið ''Daily Graphic'' har ið hann skuldi skriva um stríðið. Churchill fegnaðist um, at hann fyri fyrstu ferð gjørdist partur av skotbardaga, tað hendi á 21 ára føðingardegi hansara. Á vegnum til Kuba vitjaði hann [[USA]] fyri fyrstu ferð. Í 1897 hevði Churchill aftur fingið farloyvi og ferðaðist fyri at eygleiða griksk-turkiska kríggið, men tað var liðugt, áðrenn hann kom hartil. Hann helt tí leiðina fram til Onglands, men á vegnum hoyrdi hann um [[Pashtun|Pathanuppreisturin]] í Landnyrðings Marklandslutinum (í dag ein partur av [[Pakistan]]) og skundaði sær aftur til India fyri at luttaka í herferðini fyri at niðurberja uppreisturin.
 
== Keldur ==