Munurin millum rættingarnar hjá "Winston Churchill"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 81:
}}
 
'''Sir Winston Leonard Spencer-Churchill''' {{post-nominals|country=GBR|KG|OM|CH|TD|DL|FRS|RA}}''Order of the Garter'', ''Order of Merit'', ''Order of the Companions of Honour'', ''Territorial Decoration'', ''Fellow of the Royal Society'', ''Queen's Privy Council for Canada'' (30. november 1874 – 24. januar 1965) var ein bretskur státsmaður, ið var forsætisráðharri í Stórabretlandi frá 1940 til 1945 og aftur frá 1951 til 1955. Churchill var eisini heryvirmaður í bretska herinum, søgufrøðingur, rithøvundur og listamaður. Hann vann [[Nobelvirðislønin í bókmentum]], og var tann fyrsti persónurin ið var tilnevndur heiðrinheiðurin sum ''honorary citizen of the United States''. Hann er kendastur sum forsætisráðharri í Stórabretlandi undir 2. heimsbardaga. Hann verður mettur at vera ein av týdningarmiklastu ríkisleiðarum í nýggjari tíð.
 
== Uppvøkstur ==
Churchill varð føddur á [[Blenheim Palace]] í [[Oxfordshire]]. Pápi hansara var politikarin [[Randolph Churchill]], ið var triðji sonur hertogan av Marlborough. Fulla eftirnavn hansara var Spencer-Churchill, men eins og faðirin strikaði hann Spencer og brúkti bert Churchill. Á faðirsíðuni var hann ættaður frá tí stóra enska generalinum [[John Churchill, 1. hertogi av Marlborough|John Churchill, tí fyrsta hetoganum av Marlborough]]. Mamma hansara, [[Jeanette Jerome|Jeanette (Jennie) Jerome]], var dóttir amerikanska millióningin Leonard Jerome. Tað at hann var hálvur amerikumaður var nakað ið Churchill seinni ofta skemtaðist við, serliga tá ið hann var saman við [[Franklin D. Roosevelt|Franklin Roosevelt]].
 
Tann ungi Winston Churchill var stóran part av barndóminum á kostskúla, ið var vanligt tá fyri enskir yvirklassadreingir. Til upptøkuroyndina til [[Harrow School]] skrivaði hann onki í latínroyndini og varð tí settur í tann lægsta bólkin, har ið tað mesta av undirvísingini fór fram á enskum. Har kláraði hann seg væl. Hann saknaði mammuna, men hon vitjaði hann sjálvdan, sjálvt um hann í brøvum heim bønaði hann um at koma ella um at lata hann sleppa heim.
 
Hann fylgdi væl við í yrkisleiðini hjá pápanum, men hevði ikki inniligt samband við hann. Einarferð í 1886 skal hann hava sagt: ''"Pápi mín er fíggjarmálaráðharri, og ein dag skal eg eisini gerast tað."''. Óeydnusami barndómur hansara har hann var sera einsamallur, merktu hann restina av lívinum. Hann hevði tó inniligt samband við barnagentuna, Elizabeth Anne Everest. Burtursæð frá enskum, søgu og fekting, kláraði ungi Winston seg illa á Harrow, og hann varð ofta revsaður fyri vánaligt arebeiði og vantandi arbeiðsavrik. Hann var sjálvstøðugur og uppreistrarsinnaður av lindi og noktaði at læra tey klassiku verkini á latíni og grikskum.
 
== Keldur ==