Munurin millum rættingarnar hjá "Montana"

Content deleted Content added
Linja 45:
==Landafrøði==
[[Mynd:Yellowstonewinter.jpg|thumb|right|220px|Myndin er tikin í [[Yellowstone National Park|Yellowstone]]. Heimsins fyrsti [[tjóðargarður]] varð grundlagdur í Yellowstone í Montana í 1872.]]
Montana er um somu stødd sum [[Japan]], men hevur umleið 1 mió. íbúgvar. Stóra stakríkið Montana er umgyrt av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Stakríki hevur mark við [[Kanada]], [[Wyoming]], [[Idaho]] og [[Dakota]] ([[Suður Dakota|Suður]]- og [[Norður Dakota]]). Í Montana er [[fólkatættleiki]]n lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er eisini lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,65 persónar fyri ferkilometurin. Flestu býir eru smáir. Landið goymir ørgrynni av ráevnum, men størsti trupulleikin hinvegin er tað kalda [[veður]]lagið og tey longu strekkini millum býir og bygdarløg. Hetta navnið, ''montaña'', er [[spanskt]] og merkir "fjøll". Ein stórur partur av Montana er fjallaland. Fjallaryggurin [[Rocky Mountains]] í vestara parti er í støðum hægri enn 3900 m. Inni í lutstatinum eru tær ómetaliga víðu grasfløturnar, prerian, hundraðtals km. í allar ættir. Í fjøllunumKlettafjøllunum er eisini nógv av rossum; talið av villrossum hevur verið mett til uml. 47,000 djór í [[USA]].<ref>http://www.pbs.org/wnet/nature/clouds-legacy-the-wild-stallion-returns-wild-horse-roundups-why-are-they-conducted/64/</ref> Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og [[Plantur|plantulívið]]. Ferðafólk koma til Montana at vera í náttúruni, at fiska [[síl]] og annað. Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk. Náttúruni liva tey av og eru sum eitt við hana: allur reiðskapur teirra er sjálvgjørdur, tey fiska m.a. við boga og ørvi, veiða við byrsu, fáa eld við at gníggja trø hvørt móti øðrum, og kenna allan vøkstur og týdning av vøkstrinum. Stórir partar av Montana eru í nálaskógarøkinum. Her er veturin ógvuliga kaldur. [[Trø|Nálatrø]] trívast í kalt tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um [[summar]]ið, fáa røturnar føðslu, og trøini vaksa væl.
 
== Keldur ==