Munurin millum rættingarnar hjá "Nevada"

Content deleted Content added
s delstat = stakríki, sigur orðabókin Sprotin
No edit summary
Linja 16:
| Størsti býur: || [[Las Vegas]]
|-----
| InnlimaInnlimað: || [[31. oktober]] [[1864]]
|-----
| Guvernørur: || [[Brian Sandoval]] ([[Republikanski Flokkurin|R]])
Linja 31:
|}
 
'''Nevada''' ([[Enskt mál|enskt]]: ''State of Nevada'') er eitt [[stakríki]] í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] við umleið 2,8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast [[Carson City]] og [[Las Vegas]] er størsti býurin. Í 1864 bleiv Nevada stakríki (statur) í [[USA]]. Í norðri hevur Nevada mark við [[Oregon]] og [[Idaho]], í eystri við [[Utah]], í suðri við [[Arizona]], og í vestri við [[Kalifornia]]. Í oyðimørkini í Nevada er Las Vegas vorðin til ein stórbý, [[Ferðavinna|ferðavinnuni]] fyri at takka. Har býr meiri enn ein millión fólk. Tey flestu ferðafólkini fara hagar at vitja spæliskálar (casinos) og tílíkt. Størsta oyðimørkin í [[Norður Amerika]] er í Nevada, [[Great Basin Desert]]. Í Great Basin bakar [[sólin]] náðileyst, sandstormar leika, og ár kunnu ganga ímillum regnælini. Kortini er lív her, hóast summi av [[djór]]unum hava verið noydd at menna heilt løgnar hættir at yvirliva tann brennandi hitan. Hitin um dagin liggur omanfyri 40 stig um summarið, meðan vetrarnæturnar kunnu vera sera kaldar. Sandstormar herja við jøvnum millumbilum, og avfallið er bert 22 cm um árið. Minst í USA regnar tað í Nevada. Nevada er eisini eitt tað varmasta í heiminum, og er turrasta økið í USA.
 
Í 19.- og 20. øld vóru [[silvur]] og [[gull]] tey týdningarmestu [[metal]]ini í Nevada. Heilt síðan 1860 hevur Nevada framleitt mest [[silvur]] í USA, men nú á døgum tað [[Alaska]]. Eyknevni hansara er Silvurstaturin ([[Enskt mál|enskt]]: ''The Silver State''). Í Nevada verður flestøll týðandi mineral fingin til vega - [[kopar]], [[jarn]], [[sink]] og onnur. Í 19. øld dró [[gull]]ið nógv fólk vestureftir í Amerika. Nógvir býir vórðu til í sambandi við gullnámini, m.a. Virginia City. Enn kemur 79 % av øllum gulli, høgt verður í USA, haðan.<ref>"Nevada slips in global gold output," ''Mining Engineering'', October 2010, p.13.</ref>
 
== Fólkið ==