Munurin millum rættingarnar hjá "Iowa"

Content deleted Content added
s →‎Sí eisini: skifti fyrimynd USA út við Fyrimynd Sambandsríki Amerika, ið hevur júst sama innihald. Fyrimynd USA skal nýtast til infoboksir at vísa amerikanska flaggið
Linja 43:
=== Landbúnaður ===
[[Mynd:Hawkeye_Point.jpg|thumb|left|220px|Iowa er eitt slætt og lágt slættland. Hægsta punktið eitur [[Hawkeye Point]] (510 m.).]]
Alt landiðstakríkið, sum tað er, er ein akur. Nú er at kalla øll tann ovurstóra fløtan uppdyrkað, og hon er av bestu jørð, fáa ella ongastaðni í heiminum heysta teir so nógv korn sum í Iowa. Summir garðarnir eru ovurhonds stórir, og teir hava eingi neyt ella onnur kríatúr. Alt arbeiði verður gjørt við maskinamboðum, teir pløga og saksa við harvum og traktorum, sum taka fleiri metrar fyri ísenn, sáa við stórum sáðmaskinum og heysta við stórum skurðtreskjarum, sum skera kornið, treskja tað og fylla tað í bilar, sum koyra aftaná, síðan verður tað koyrt heim og blást upp í tey stóru goymslubingini.
 
Norðuri í statinum verður hveitin sáað um várið, men sunnari, har kuldin er minni, verður hon sáað um heystið. Tað ræður um, at veðurlagið verður ikki ov turt, frá tí hveitin fer at næla, og til hon er rættiliga samanskotin. Men sjálvt um hetta lukkast, og kornárið sýnist at fara at verða av tí besta, so kann bóndin ikki vera vísur í, at árið kemur at vignast, stórir flokkar av ongsprettum kunnu setast í akrarnar, og so gera tær alt svart eftir einari løtu. Tað kann eisini henda, at tað verður stormur og frekur heglingsælingur, tá ið kornið er um at verða búgvið, og so legsast alt niður, so tað ikki kann skerast. Í [[august]] og [[juli]] fara teir at heysta inn, og tá ræður um at fáa turt veður.
 
== Sí eisini ==