Munurin millum rættingarnar hjá "Colorado"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 38:
[[Mynd:San_Juans_north_of_Durango.jpg|thumb|left|200px|Vestari partur av statinum er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, sum til samans eita [[Rocky Mountains]]. Nær við fjallarøðina Rocky Mountains er eyðkent [[fjallaveðurlag]].]]
[[Mynd:Colorado.png|thumb|right|250px|Meginparturin av Eystur-Colorado er fruktagóður og stórur slætti, men í vestara parti í statinum eru fjallalendi og høg fjøll.]]
Í Colorado eru veldiga stór fjøll, og eisini stórir, fruktagóðir slættar. [[Landbúnaður]]in í Colorado er t.d. sera fjølbroyttur. Tað kemur av ymiskum jørðildi, [[veðurlag]]i og matarhaldi. Eystur-Colorado og [[Kansas]] hava nógvan landbúnað. Har er meira enn 80 % av lendinum veltir akrar og beiti hjá húsdjórum.<ref>http://www.wrcc.dri.edu/narratives/COLORADO.htm</ref> Hetta stóra landiðstakríkið er so at siga púra flatt við endaleysum slættum. Har eru tær stóru grasfløturnar. Í Vestur-Colorado verða minni enn 1 % av lendinum nýtt til landbúnað. Stórir partar av Vestur-Colorado eru høgar fjallarøðir. Næstan alt Vestur-Colorado er fjallalendi. Tí er nógvastaðni eyðsýnt fjallaveðurlag. Har broytist veðurlagið nógv í einum lítlum øki. Niðri í dalinum kann vera skógarveðurlag. Men uppi á teimum høgu tindanum kunnu vera jøklar, har tað altíð frystir. Tað kann eisini vera stórur munur á avfallinum í einum fjallalendi. Summastaðni regnar nógv, aðrastaðni so at siga einki. Høgt uppi í fjallarøðini [[Rocky Mountains]] kemur rættiliga nógvur kavi niður. Inni í landinumlutstatinum kunnu vera niður í minus tjúgu stig, og kavi er alt árið í teimum høgu fjøllunum. Allur kavin, sum kemur niður í teimum høgu fjøllunum nær ikki at bráðna um summarið. Tí eru fleiri stórir jøklar har. Hesir jøklarnir broytast nógv skjótari enn til dømis jøklarnir í [[Norður-Europa]]. Tað, sum avger, hvussu skjótt jøklarnir vaksa ella minka, er, hvussu nógvur kavi kom niður nøkur ár frammanundan, og hvussu nógvur kavi bráðnar. Stundum kann ein skriðjøkul vaksa ella minka meira enn ein metur um dagin.
 
== Søga ==