Munurin millum rættingarnar hjá "Norðurkýpros"

3 bytes løgd afturat ,  5 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
 
[[Mynd:Norhern_Cyprus_(orthographic_projection).svg|thumb|right|220px|Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lýðveldið í turkiska Norðurkýpros.]]
'''Lýðveldið Norðurkýpros''' varð stovnað eftir [[Turkaland|turkiska]] innrás á oynna [[Kýpros]] í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýprotarnirkýpriotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Kýpros bleiv í 1974 bíttbýtt í tvey, sum umfatar tveir triðingar av oynni, sum er griskigrikski parturin, og norðari parturin, har turkar halda til. Í altjóða høpi hevur heimssamfelagið góðkent statin Kýpros, men í 1974 fóru 40.000 turkiskir hermenn á land á Kýpros, og hetta førdi til, at oyggin bleiv bíttbýtt í tvey. [[Turkaland]] vildi ikki góðkenna kypriotiska statin, har [[Grikkaland]] hevði politiska meirlutan. 80 % av íbúgvunum eru grikkar og 20 % eru turkar í Kýpros. Innrásin av turkisku hermonnunum í 1974 førdi til, at grikkar, sum búðu í norðarinorðara parti av oynni, flýddu suðureftir, og tey, sum ikki flýddu, vórðu blakað úr norðara partinum. Og turkar, sum búðu í sunnara parti av oynni, fluttu til norðara partin. Síðani 1977 hevur [[ST]] roynt at sameina oynna, men uttan úrslit. Skipað varð fyri fólkaatkvøðu at sameina oynna, men 75,8 % av grikkum atkvøddu nei, tí bara helvtina av grikkum fingu síni heim aftur í norðara partinum. 64,9 % av turkunum atkvøddu ja fyri samanlegging. 1. mai 2004 bleiv Kýpros limur í [[ES]], men ES-lógirnar galda bara fyri grikska partin. Og politiska støðan á Kýpros er orsøkin til, at Turkaland hevur trupulleikar at gerast limur í ES-felagsskapinum.
 
[[Bólkur:Kýpros]]