Munurin millum rættingarnar hjá "Norðurkýpros"

Content deleted Content added
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 27. nov 2015 kl. 16:46

Lýðveldið Norðurkýpros varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna Kýpros í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýprotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Kýpros bleiv í 1974 bítt í tvey, sum umfatar tveir triðingar av oynni, sum er griski parturin, og norðari parturin, har turkar halda til. Í altjóða høpi hevur heimssamfelagið góðkent statin Kýpros, men í 1974 fóru 40.000 turkiskir hermenn á land á Kýpros, og hetta førdi til, at oyggin bleiv bítt í tvey. Turkaland vildi ikki góðkenna kypriotiska statin, har Grikkaland hevði politiska meirlutan. 80 % av íbúgvunum eru grikkar og 20 % eru turkar í Kýpros. Innrásin av turkisku hermonnunum í 1974 førdi til, at grikkar, sum búðu í norðari parti av oynni, flýddu suðureftir, og tey, sum ikki flýddu, vórðu blakað úr norðara partinum. Og turkar, sum búðu í sunnara parti av oynni, fluttu til norðara partin. Síðani 1977 hevur ST roynt at sameina oynna, men uttan úrslit. Skipað varð fyri fólkaatkvøðu at sameina oynna, men 75,8 % av grikkum atkvøddu nei, tí bara helvtina av grikkum fingu síni heim aftur í norðara partinum. 64,9 % av turkunum atkvøddu ja fyri samanlegging. 1.mai 2004 bleiv Kýpros limur í ES, men ES-lógirnar galda bara fyri grikska partin. Og politiska støðan á Kýpros er orsøkin til, at Turkaland hevur trupulleikar at gerast limur í ES-felagsskapinum.

Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lýðveldið í turkiska Norðurkýpros.