Munurin millum rættingarnar hjá "Sarasenar"

Content deleted Content added
s Tók burtur Bólkur:Miðøld; Legði afturat Bólkur:Miðøldin við hjálp frá Hotcat
Linja 3:
 
== Uppruni (Etýmologi) ==
Saraseni kemur frá [[grikskt mál|grikskum]] sarakēnoí, ''Σαρακηνός'', ið ætlandi kemur frá [[arabiskt mál|arabiskum]] {{Unicode|شرقيين}} (''sharqiyyin''), ið merkir ''eysturlendingur''. Upprunin til arabiska orðið er tó ivasamt. Ein tann fyrsta keldan til orðið, er verkið eftir [[Ptolemæus]] ''Geografike hyfegesis'' frá [[100-árini e.Kr.|100-talinum e.Kr.]] Hann umtalar fólkaslagið ''Sarakenoi,'' ið búði í útnyrðingspartinum av arabisku hálvoynni, og sum hann skilir burturúr arabarunum. Orðið kann vera komið til vesturevropa gjøgnum [[eysturrómverska ríkið]] og krossfararnar<ref>J. name="Britannica">[http://concise.britannica.com/ebc/article-9377754/Saracens "Saracen." Encyclopædia Britannica. 2007]. Britannica Concise Encyclopedia. 23 Sept. 2007.</ref>. Hann nevnir haraftrat "Sarakene" sum eitt øki í norður [[Sinai]], ið er navngivið eftir býnum "Saraka" á somu hálvoyggj.
 
Eftir at [[islam]] tók yvir í [[Miðeystur|Miðeystri]], og serliga í krossfararatíðini og [[miðøldin]]i, varð orðið nýtt sum alment heiti fyri muslimar, óansæð um talan var um arabar ella ikki. Serliga varð heitið nýtt um muslimar á [[Sicilia]] og í suður [[Italia]].
 
== Keldur ==