Munurin millum rættingarnar hjá "Rhode Island"

Content deleted Content added
Linja 38:
 
==Landafrøði==
[[Mynd:Beachesrismall.JPG|thumb|right|400px|Kort av Rhode Island.]]
 
State of Rhode Island and Providence Plantations er tann minsti lutstatur í Sameindu Statunum, USA. Til støddar er Rhode Island sum [[Luksemborg]] í [[Beneluks]]. Lutstaturin fevnir um eitt øki á 4,002 km². Rhode Island er eitt heilt lítið land á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark ímóti Massachusetts og Connecticut. Í Rhode Island eru umleið 38 oyggjar; størsta oyggin kallast [[Aquidneck Island]] ella ''Rhode Island''. Aðrir stórar oyggjar eru t.d. Conanicut Island, Block Island, Prudence Island, Goat Island, v.f. Á Aquidneck Island, sum eisini verður nevnt Rhode Island og er 98 ferkilometrar til støddar, búgva 58.000 fólk. Flestu fólkið búgva sosatt ikki á oyggjunum, men í ''Providence Plantations'' (á meginlandinum m.a. í størstu býurin Providence og økinum rundanum). Staturin er landafrøðiliga býtt í tvey. Meðan eysturpartin av statin hevur eitt landslag eyðkent við sínum vøkrum strondum, oyggjar og sker, er vesturparturin av Rhode Island mest sum alt skógarlandslag. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, [[Jerimoth Hill]], er ikki hægri enn 247 m.
 
===Oyggjar===
 
Nógvar oyggjar eru í Rhode Island. Summar oyggjarnar eru bara smáir og óbygdir hólmar, aðrar eru stórar og tættbygdir. Aquidneck Island er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin. Býurin Newport liggur við Easton-víkina í syðra parti av Aquidneck-oynni. Oyggin Conanicut Island er hin næststørsta. Høvuðsbýurin á Conanicut eitur Jamestown.
 
[[Mynd:Beachesrismall.JPG|thumb|right|400px|Kort av Rhode Island.]]
{| class="prettytable sortable"
! Nummar