Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|France}}
No edit summary
Linja 54:
Fronsk mentan, t.d. franskur [[matur]] og klædnamóti, hevur havt ávirkan um allan heim. Frakland er framkomið og ríkt ídnaðarland, hevur stóran leiklut í altjóða viðurskiftum og var eitt av teimun 6 londum, ið tóku stig til at stovna [[ES]]. Seinastu fimti árini er landið vorðið størsta landbúnaðarland í [[Evropa]]. Høvuðsgrøðin er hveiti, sukurrøtur, sólblómufræ, súrepli og vínber.
 
Fraklendingar kunnu erpa sær av at eiga heimsins skjótasta tok, [[TGV-tokið]], sum kann koyra 515 km/h.
 
[[Paris]], ið er báðumegin [[Seineá]], er [[høvuðsstaður]] Fraklands og mentanarligur og polotiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, t.d. at síggja [[Eiffeltornið]], [[Louvre-savnið]] og [[Notre Dame-kirkjuna]]. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.
 
== Fólkið ==
 
Til samans búgva 66 milliónir fólk í Fraklandi. Av fraklendingunum, ið hoyra til eina kirkju, hoyra teir flestu til [[Katólska kirkjan|katólsku kirkjuna]]. 2 prosent hoyra til [[Protestantisma|protestantisku]] kirkjuna. Frakland er tað landið í [[Evropa]], har tað búgva flest jødar í 2015, nevniliga 700.000.
 
== Landafrøði ==