Munurin millum rættingarnar hjá "Jólatræ"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
 
Linja 1:
[[File:Juletræet.jpg|thumb|Danskt jólatræ (Nordmannsgran) við livandi ljósum, heimagjørdum pynti og einum stjørnukastara, á jólum 2004. Í Føroyum er ikki so vanligt at nýta livandi ljós til jólatrøini, men heldur elektriskar ljósketur.]]
Eitt '''jólatræ''' er eitt granntræ, sum um jóltíð verður sett inn í stovuna í ein jólatræsfót, ið er gjørdur til endamálið, og síðan verður træið pyntað við jólastjørnum, jólahjørtum og øðrum jólatræspyntil.
 
== Søga ==
Í 1500 og 1600 talinum byrjaðu týskir handverkarar at hava eina jólaveitslu, har teir settu eitt granntræ upp og prýddu tað. Børnini fingu tær gávurnar, sum hingu á trænum. Í 1605 skrivar ein ókendur, at í [[Týskland|Suðurtýsklandi]] var vanligt at seta eitt granntræ upp inni i stovuni, prýða tað við pappírsrósum, súreplum og øðrum. Hesin siðurin breiddi seg um alt landið, og í [[Danmark]] verður hildið at fyrsta jólatræið var pyntað í 1808. Siðurin er komin til [[Føroya]] úr Danmark.
 
[[Bólkur:Jól]]