Munurin millum rættingarnar hjá "Havørn"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Haliaeetus albicilla}}
No edit summary
Linja 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = ([[Carl Linnaeus|Linnaeus]], 1758)
}}
'''Havørn''' (frøðiheiti - ''Haliaeetus albicilla'') hevur nakað minni kropp enn [[svanur]], men nógv longri flog, hálvan triðja metur. Hon er mest brún — tær gomlu hava hvítt vel; føturnir eru sólgulir. Hon eigur í fjallalondum, [[Noreg]]i og [[Svøríki]], ikki sørt á Íslandi — altíð nær við [[Sjógvur|sjógv]] ella vøtn ella stórar áir. Sum allur rovfuglur heldur hon seg mest einsamøll ella saman í pørum. Føðin er mest [[fiskur]] og [[fuglur]]. Høgt í lofti sveimar hon spakuliga um og skimast; sær hon tá fisk uppi undir vatnskorpuni, stoytir hon sær niður og tekur hann í klørnar. Tey fuglasløg, sum fara á flog, letur hon vera í frið; men teir, ið kava, eygleiðir hon, til teir koma upp; eru teir knappir undir aftur, kunna teir sleppa einar tvær ferðir; men eina ferð mugu teir steðga til at anda, og tá hevur hon klørnar í teimum, og flýgur so burt at eta teir. Á landi drepur hon ikki nógv annað enn harur og rýpur. Deyðseyða og onnur ræ á sjógv ella landi dámar henni væl. Har sum hon eigur, hevur tað hent seg, at hon hevur tikið lítil børn, so søgnin um ørnina í [[Tindhólmur|Tindhólmi]] er væl trúlig.
'''Havørn''' (frøðiheiti - ''Haliaeetus albicilla'')
 
Reiðrið er oftast í høgum homrum, óføra stórt, sum favn breitt og hálvan favn høgt; tilfarið er mest viðagreinar, í neðra tjúkkar sum armar, sum upp kemur, klænir. Sum aðrir rovfuglar verpur hon tíðliga á vári — longu í [[mars]]. Eggini eru 2; 6 vikur tekur at klekja tey. Ungarnir elta tær gomlu til út á heystið. Í árunum, áðrenn teir setast í búgv, strúka teir víða um lond. Nú og tá kemur onkur til [[Føroyar]]. Tá væntaðu teir gomlu Føroyingarnir stórt herverk í haganum; ein maður, sum skeyt eina [[ørn]], varð fríur bæði fyri nevtoll og skjútsflutning, so leingi hann livdi. Enn koma ørnir higar av og á, men einki hoyrist um, at tær gera nakað ilt.
 
== Sí eisini ==