Munurin millum rættingarnar hjá "Bosnia og Hersegovina"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Bosnia and Herzegovina}}
No edit summary
Linja 31:
Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, [[Sarajevo]], nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum. Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. [[Týskland]]i og [[Noreg]]i.
 
Bosnia og Hersegovina er eitt land, ið hevur trý almenn mál, [[Kroatiskt mál|kroatiskt]], [[Serbiskt mál|serbiskt]] og [[Bosniskt mál|bosniskt]]. Høvuðsstaðurin, [[Sarajevo]], var vertur fyri Olympisku vetrarleikunum í 1984.
 
==Politikkur==
 
Bosnia og Hersegovina er formliga undir leiðslu av [[ST]], har ein ST-útnevndur sendimaður hevur høvuðsyvirlit yvir landinum, og kann koyra politisku leiðsluna í landinum frá. Hetta er skipað gjøgnum sokallaðu Dayton-avtaluna, ið varð undirskrivað í 1995. Á valinum í 2014 til ting landsins verða tríggir forsetar valdir, ein fyri hvørt av størstu fólkasløgunum. Forsetarnir eru valdir í fýra ár, men sita í átta mánaðir, so verður skift til næsta forseta. Í fýra ára skeiðnum situr hvør forseti tvær ferðir átta mánaðir. Landið er býtt í tvey sjálvstýrandi økir, lýðveldi Srpska (Republika Srpska) og lýðveldi Bosnia-Hersegovina. Harafturat kemur Brcko-økið, ið liggur undir hinum báðum men sum formliga er sjálvstýrandi. Tjóðartingið er sett saman av 42 fólkavaldum frá sjálvstýrandi økjunum. 28 tinglimir koma úr Bosnia og Hersegovina og 14 úr Republika Srpska. Samansetingin av stjórn og politisku leiðsluni í ymsu pørtunum av landinum er sera fløkt. Tá ein roknar øll uppí, so hevur landið 14 forsætisráðharrar og 200 ráðharrastovur.
 
== Søga ==