Munurin millum rættingarnar hjá "South Carolina"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
No edit summary
Linja 48:
 
Tað eru ofta stór samtøk, sum eiga ídnaðarvirkini, og tey leggja stóran dent á at leggja fremleiðsluna soleiðis til rættis, at tað mest møguliga arbeiðið verður gjørt við maskinum, og tí er talið á arbeiðsfólki ofta lítið. Hesi feløg hava eisini kønar teknikarar og verkfrøðingar at gera royndir til at fáa gjørt fremleiðsluna betri og betri ella at finna tól, sum kunnu spara fólk, og soleiðis gera tað, ið tey fremleiða, bíligari.
 
==Politikkur==
 
Við stórum meiriluta hevur amerikanski staturin Suðurcarolina samtykt at strika suðurstatsflaggið av stjórnarbygninginum í juli 2015. Avgerðin varð tikin eftir ein 13 tíma langan fund. Politikararnir hava samtykt eina lóg, sum merkir, at suðurstatsflaggið ikki longur skal veittra yvir stjórnarbygningin í [[Columbia]]. Lógin varð samtykt við 94 atkvøðum fyri og 20 ímóti í umboðsmannatinginum. Lógin var frammanundan samtykt í senatinum í statinum, og nú er bert eftir, at hon verður undirskrivað av guvernørinum í Suðurcarolina, [[Nikki Haley]], sum frammanundan hevur boðað frá, at hon fer at skriva undir. Suðurstatsflaggið, ið stavar frá [[Amerikanska Borgarakríggið|Amerikanska Borgarakrígnum]] frá 1861 til 1865, er fyri mong ein ímynd av [[Trælur|trælahaldi]] og [[Rasisma|rasismu]].
 
{{Sambandsríki Amerika}}