Munurin millum rættingarnar hjá "Allahalgannaaftan"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "'''Allahalgannaaftan''' er ein blandur av halgidøgum og siðvenjum, sum minna um hvønn annan. Og hetta er við tíðini vorðið til '''Halloween'''. Fyri..."
 
mynd
Linja 1:
[[File:Jack-o'-Lantern 2003-10-31.jpg|thumbnail|Eitt útholað grasker við útskornum holum, skorið sum eitt andlit, er eitt tekin um siðvenjuna at halda ''Halloween'']]
'''Allahalgannaaftan''' er ein blandur av [[Halgidagur|halgidøgum]] og siðvenjum, sum minna um hvønn annan. Og hetta er við tíðini vorðið til '''Halloween'''. Fyri umleið 1400 árum síðan avgjørdi Bonifacius tann fjórði pávi, at hann vildi gera ein minningardag fyri øll halgimenni. Tað bleiv til tann 1. november og varð hann nevndur [[allahalgannadagur]]. Kvøldið fyri, 31. oktober, verður tí til allahalgannaaftan. 300 ár seinni avgjørdi Gregor tann fimti, at 2. november skuldi vera minningardagur fyri vanlig deyð fólk. Hann kom at eita alrasálnadagur. Í summum londum helt mann, at tann dagin vitjaðu deyðir næstringar aftur. Í 1770 vóru hesir dagar tó tiknir av sum halgidagar. Í Amerika hava fólk hildið á at halda dagarnar, hóast teir ikki eru halgidagar longur. Tað er ístaðin blivin til ein dagur, har fólk ganga í óhugnaligum búnum og gera stuttlig graskerhøvd. Og børnini ganga hurð á hurð og fáa bomm. Summi halda, at tað eru amerikanskir filmar, ið hava fingið fólk í ørðum londum at taka henda sið til sín. Siðurin at skera eitt graskerhøvd til Halloween kemur úr [[Írland (land)|Írlandi]]. Her høvdu tey heystarveitslu fyri teimum deyðu. Mann helt, at illir andar vildu við í veitslu. Tí gjørdu fólk lygtir úr rótum og setti ljós í at ræða teir burtur. Fyri nógvum hundrað árum síðan rýmdu nógv fólk undan hungursneyð í Írlandi til [[USA]]. Tey tóku siðin við sær og gjørdu hann til ein part av Halloween. Í USA høvdu tey ikki nógvar røtur, men nógv grasker. Tí brúka mann grasker í dag.