Munurin millum rættingarnar hjá "Enskt mál"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|English language}}
No edit summary
Linja 44:
Trettan orð, sum í eintali enda við f ella fe fáa í fleirtali endingina ves, t.d. “calf, cal'''ves'''”, “knife, kni'''ves'''”, “life, li'''ves'''”, “wife, wi'''ves'''”. Framburður [vz]. Onnur orð við f(e) bendast reguliga. Framburður [fs]. T.d. “chief, chiefs”, “safe, safes”, “proof, proofs”, v.f. Summi orð kunnu taka [fs] ella [vs], t.d. “scarf, scarf'''s'''/scar'''ves'''”, “hoof, hoof'''s'''/hoo'''ves'''”, “wharf, wharf'''s'''/whar'''ves'''”. Sjey orð fáa umljóð í fleirtali. Tey flestu av hesum fáa eisini umljóð í føroyskum. T.d. “man, men”, “foot, feet”, “goose, geese”, “mouce, mice”, v.f. 3 orð fáa í fleirtali endingina (r)en, t.d. “child, child'''ren'''” og “ox, ox'''en'''”. “Hundred”, “thousand”, “million” og “dozen” (dusin) fáa einki s í fleirtali, tá ið eitt tal stendur frammanfyri, t.d. “a dozen knives”, “six million bucks” ella “five thousand vehicles”. Men tey fáa s í fleirtali, um einki tal stendur frammanfyri, t.d. “thousands of people” (í hundraðtali) ella “dozens of people” (í hópatali). Í sambandi við “several” fáa tey einki s, t.d. “several hundred soldiers” (fleiri hundrað). 


 
Summi navnorð eita tað sama í bæði eintali og fleirtali. Her eru nøkur: “series” (sendirøð), “headquarters” (høvuðsstøð), “spacecraft” (rúmdarfar), “steelworks” (stálverk) og “species” (djóra-/plantusløg). Summi djór, serliga tey, ið verða veidd ella nýtt til [[Matur|matna]], eita tað sama í bæði eintali og fleirtali, t.d. “sheep”, “deer”, “fish”, “trout”, “haddock”, “salmon”, v.f. Summi navnorð eru bert í fleirtali; orð, sum merkja lutir, ið eru samansettir av tveimum pørtum (parorð), standa í fleirtali á enskum, men ikki altíð á føroyskum. T.d. “trousers” (buksur), “jeans” (cowboybuksur), “shears” (greinasaksur), “scissors” (saksur), “compasses” (passari), v.f. Skalt tú viðmerkja, at tú hevur eitt ella fleiri einstøk, mást tú siga “a pair of”, “two parispairs of”, o.s.fr. Hesi orðini eru vanliga bert í fleirtali: “arms” (vápn), “customs” (tollur), “pains” (ómakur). Við aðrari mering hava hesi eisini ein eintalsform: “arm” (armur), “custom” (vani), “pain” (pína). Hesti orðini eru vanliga í fleirtali, hóast tey ikki hava fleitals-s: “cattle” (neyt), “police” (løgregla), “people” (fólk), “youth” (ungdómur), “military” (hervald). “People” og “youth” kunnu hava regluliga fleirtalsending, men tey hava tá aðra merking; t.d. “the peoples of Africa” (fólkasløgini í Afrika).
 
=== Fornøvn ===