Munurin millum rættingarnar hjá "Marquesasoyggjar"

5 bytes løgd afturat ,  6 ár síðan
s
s (bottur leggur aftrat {{Commonscat|Marquesas Islands}})
 
'''Marquesasoyggjar''' ([[Franskt (mál)|franskt]]: ''Îles Marquises'' ella ''Archipel des Marquises'', [[Marquesiskt (mál)|marquesiskt]]: ''Te Henua Kenana'' ella ''Te Fenua `Enata'') eru oyggjabólkur í [[Franska Polynesia]] í [[Kyrrahav]]inum. Marquesasoyggjar hevur bara umleið 8600 íbúgvar.
 
Fyrstu fólk, ið settu seg niður á Marquesasoyggjum fluttu av [[Sámoa]] um [[100 f. Kr]]. Tá livdu tey mest av [[Fiskur|fiski]], [[Skjaldbøkur|skjaldbøku]] og [[Fuglur|sjófugli]]; sum árini liðu, fóru tey eisini at dyrka jørðina. Tey bygdu sær hús á grótpallum og dyrkaðu gudar sínar í templum tætt við húsini. Marquesasoyggjar vóru fyrstu oyggjar í [[Polynesia]], sum [[Evropa|evropear]] granskaðu. Í [[1567]] fór [[Spania|spanski]] rannsóknarfarin [[AlvaroÁlvaro de MendãnaMendaña]] ([[1542]] - [[oktober]] [[1595]]) úr [[Callao]] í [[Peru]] í [[Suðuramerika]] at leita eftir oyggjum í [[Kyrrahav]]i. Árið eftir kom hann til [[Sálomonsoyggjar]]. Hann ætlaði at gera aðrar rannsóknarferðir og fáa fólk við sær at búseta seg á oyggjum í [[Kyrrahav]]i, tí fór hann aftur til [[Amerika]] at búgva seg út til eina rannsóknarferð afturat. Í [[apríl]] [[1595]] fór hann umsíðir av stað við um 380 monnum og konum innanborða. Loðsur á ferðini var [[Portugal|portugisiski]] sjófarin [[Pedro FernandezFernández de QuirosQuirós]] ([[1563]] - [[1615]]). Í [[juli]] komu tey til Marquesasoyggjar, har komu tey í bardaga við tey innføddu og drupu mong teirra. So var hildið fram, og á ferðini vestureftir leitaði [[AlvaroÁlvaro de MendãnaMendaña|Mendaña]] til fánýtis eftir [[Sálomonsoyggjar|Sálomonsoyggjum]], men fann tær ikki og kom at enda til [[Santa Cruz]]. Ætlanir [[AlvaroÁlvaro de MendãnaMendaña|Mendañas]] miseydnaðust, og áðrenn árið var úti, doyði hann og mangir skipsfelagar hansara av hitasótt.
 
 
33

rættingar