Munurin millum rættingarnar hjá "Átrúnaður í Føroyum"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Upptaderaði tað, at fólkakirkjan vleiv yviritin, og ikki stýrd frá Danmarkar av.
Linja 4:
Fyrstu landnámsmenn hava verið ásatrúgvandi og heidnir, tað merkir, at teir høvdu fleiri gudar og ikki bert ein gud eins og [[kristindómur]], [[islam]] og [[jødadómur]]. Høvuðsgudar teirra vóru [[Tórur]], [[Óðin]] og Froyur. Fyrsta fólk, sum vit vita um at siga hava búð í [[Føroyum]], var [[Írska Republikkin|írskir]] munkar. Helst hava norðbúgvarnir, sum tóku landið um 825, dripið teir ella rikið teir av landinum. Norski kongurin [[Ólavur Tryggvason|Ólavur Trygvason]] sendi [[Sigmundur Brestisson|Sigmund Brestisson]] til Føroya at boða [[Kristindómur|kristna trúgv]] um ár 998. Sum frá leið tóku føroyingar við kristnari trúgv eins og onnur tjóðir. Um ár 1100 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupadømi. Bispurin búði í [[Kirkjubø]], har prestaskúlin eisini var. Føroyinga átrúnaður var katólsk trúgv, áðrenn trúbót Martins Luthers.
 
Í 1539 varð trúbótin, tann evangelisk lutherska læran, góðtikin á fundum í bæði [[Bjørgvin]] og [[Oslo]], og sama árið sett í gildi í [[Føroyum]]. Norska kirkjan kom undir donsku kirkjuskipanina, og tí eisini føroyska kirkjan. Hon verðurvarð stjórnað úr kirkjumálaráðnum í [[Keypmannahavn]], men á ólavsøkudag 2007 bleiv fólkakirkjan yviritikin sum føroysk málsøki. Trúarfrælsi kom til Føroya við donsku grundlógini frá [[1849]]. Síðan tá hevur ein og hvør borgari frælsi at trúgva og hugsa tað, hann lystir.
 
== Føroyar kristnaðar ==