Munurin millum rættingarnar hjá "Óðin"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 3:
 
Kona Óðins eitur [[Frigg]], men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Mætastur av synum Óðins er [[Tórur]], sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru [[Baldur]], [[Høður]], [[Váli]], [[Víðar]] og kanska [[Heimdallur]], [[Týr (gudur)|Týr]] og [[Bragi]].
 
Óðin eigur hestin [[Sleipnir]], sum hevur átta bein.
 
==Uppruni==
Fornnorrøna gudanavnið ''Óðinn'' og tess skyldorð forn[[enskt]] ''Wóden'', forn[[saksiskt]] ''Wōden'', fornhá[[týskt]] ''Wuotan'' og [[Langobardiskt]] ''Godan'' ella ''Guodan'', stava øll frá tí endurskapta [[germanskt|protogermanska]] gudanavninum ''*wōđanaz''. Kallkyns[[navnorð]]ið ''*wōđanaz'' rann úr protogermanska [[lýsingarorð]]inum ''*wōđaz'' ið er skylt við [[latín]]skt ''vātēs'' of forn[[írskt]] ''fáith'', ið bæði merkja ‘spámaður, [[profetur]]’. Lýsingarorð ið stava frá ''*wōđaz'' umfata m.o. [[gotiskt]] ''woþs'' 'besettur', [[fornnorrønt]] ''óðr'' ‘óður’, og forn[[enskt]] ''wód'' 'óður'. Lýsingarorðið *wōđaz (ella *wōđō) er vorðið til onnur navnorð t.d. fornnorrønt ''óðr'' ið merkir viti’, ‘sál’, ‘orka’ ella ‘lívskraft’.
 
Navnið ''Óðinn'' er samansett av tveimum liðum ''óð'' og ''-inn'', har seinni liður í hesum føri merkir ‘harri’. Sostatt merkir navnið ‘Harrin yvir lívskraftini’. Uml. 200 onnur nøvn ella eyknevni eru fyri Óðini ið lýsa hansara útsjónd og eginleikar, t.d. ''Alfǫðr'' (Alfaðir), ''Blindi'', ''Bragi'' (Høvdingi) ''Bölverkur'' (Illgerðarmaður), ''Forni'', ''Grímnir'' (Grímuklæddi), ''Hárbarðr'' (Gráskeggi), ''Herfǫðr'' (Herfaðir), ''Hildolfr'' (Krígsálvur), ''Loðungr'' (Rísni kappi), ''Síðhöttur'' (Síðhattur), ''Síðskeggr'' (Síðskeggi), ''Valfǫðr'' (Vígvallarfaðir) og ''Vegtamr'' (Vegkendi).
 
 
Í fyri-kristnu tíðini varð Óðin dyrkaður í øllum tí [[germanar|germanska]] økinum í núverandi [[Týskland]]i, [[Niðurlond|Hollandi]] og [[Ongland]]i. Ætlandi spjaddist dyrkanin av Óðini norðureftir frá [[Rhín]]økinum í 1. øld e.kr. og hevur nátt [[Skandinavia]] í [[5. øld|5'tu øld]] e.Kr. Her hevur [[ásatrúgv]]in avloyst eina eldri fruktbærisdyrkan. Óðin framstendur sum ein krígsgudur í suðurgermanskum keldum frá 5'tu til [[8. øld|8. øld]] e.Kr.
 
Óðin eigur hestin [[Sleipnir]], sum hevur átta bein.
 
[[føroyskt mál|Føroysku]] orðini '''óður''', '''øði''', '''ódn''' og (á suðuroyarmáli) '''ónsdagur''', stava frá navninum '''Óðin'''.
 
 
 
==Kelda==