Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Soll"

Content deleted Content added
dagføring
mynd
Linja 1:
[[Mynd:Sámal Soll 2014.JPG|250px|thumbnail|Sámal Soll í 2014]]
'''Sámal Kristian Soll''' (føddur [[25. juni]] [[1977]] sum Sámal Kristian Jacobsen í [[Tórshavn]]) er ein føroyskur rithøvundur og formaður í [[Rithøvundafelag Føroya]] síðan 2014. Hann er útbúgvin cand. mag í [[Enskt (mál)|enskum]]. Hann er elstur av 7 systkjum, vaks upp við Oyggjarvegin í Havn og flutti við familjuni til [[Hoyvík]]ar at búgva í 1984 og fór at ganga í Hoyvíkar skúla. Hann fór á studentaskúlan í Hoydølum, har hann tók prógv í 1997. Síðan fór hann niður til [[Aalborg]] at lesa enskt. Hann tók BA prógv í enskum í 2001, og Cand. Mag í enskum í 2004. Í 2007 fekk hann arbeiði í [[Føroya Banki|Føroya Banka]] og hevur hann eisini undirvíst í enskum í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann gekk í Hoydølum. Í 2005 varð søgan "Ver ikki bangin" vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping, sum Bókadeildin skrivaði út. Árið eftir varð søgan givin út í søgusavni á 7 málum umframt føroyskum.<ref>[http://www.rit.fo/support rit.fo]</ref>