Munurin millum rættingarnar hjá "Jógvan Skorheim"

Content deleted Content added
dagføring + bólkur
dagføring
Linja 1:
'''Jógvan Skorheim''' (føddur [[16. juni]] [[1982]] í [[Klaksvík]]) er [[Føroyar|føroyskur]] politikari ([[Sjálvstýrisflokkurin]]).
 
Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu síðan 2013. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á [[Løgtingsvalið 2011|løgtingsvalinum 2011]] fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]]. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, [[Kári P. Højgaard]] gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á [[Føroya Løgting]]i. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.<ref>[http://www.in.fo/news-detail/news/jogvan-skorheim-sigur-loegtingstarvid-fra-saer/?L=0oral.fo&cHash=eb829ad8e79bb83cf0ccb34286e0aa2c in.fo - Jógvan Skorheim sigur løgtinsstarvið frá sær]</ref>
 
== Løgtingsnevndir ==