Munurin millum rættingarnar hjá "Kannabis"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 3:
'''Kannabis''' ella '''Marijuana''' er blómur, sprotar ella bløð, sum verða turkað, skorin sundur og stoytt. Kannabis verður brúkt ymsastaðni í heiminum sum heilivágur og rúsandi evni. Kannabis er eitt av vanligastu rúsevnum í heiminum og millum 128 og 232 mió. (svarandi til 2,7% - 4,9% av heiminum millum 15 og 65 ár) fólk royktu kannabis í 2013. Í 2015 varð kanning gjørd í [[USA]] og umleið helvtin av amerikanarum hevði roynt at roykt kannabis minst einaferð, 12% innan síðsta árið og 7,3% í síðsta mánaði.
 
Kannabis hevur mong nøvn, formar og roykingarhættir sum til dømis '''marijuana''', '''mold''', '''tað brúna''', '''hasj''', '''tjums''', '''hamp''', '''blunt,''' '''skunk''' og '''joint'''. Marijuana eru teir grágrønu turkaðu og morlaðu blómuknapparnir og smáu bløðini av kannabisplantuni. Kannabisplantan hevur mjá og spísk bløð. Marijuana og [[hash|hasj]] verða næstan altíð blandað upp í [[tubbak]] í [[Evropa]], tað verður roykt í til dømis pípu, vatnpípu ella í einari bong. Marijuana er heilt lógligt í [[Niðurlond|Niðurlondum]]<ref>http://www.amsterdam.info/drugs/</ref>, [[Bangladesj]], [[Uruguei]], og amerikansku statunum [[Colorado]], [[Washington]], [[Alaska]], [[Oregon]] og í [[Washington DC|Washington D.C]], umframt í býnum [[Portland]]. Harafturat er kannabis lógligt sum heilivágur í [[Avstralia]], [[Kanada]], [[Belgia]], [[Spania]] og 23 øðrum [[USA|amerikanskum]] statum.
 
Marijuana verður roykt. Harumframt verður marijuana eisini etið t.d. sum kannabis-køka. 9 % av øllum næmingum í 9. flokki í [[Føroyum]] hava, sambært kanningum hjá ESPAD (stytting fyri "European School Survey Project on Alkohol and Other Drugs"), roynt at roykja marijuana <ref>http://www.apotek.fo/Default.aspx?pageid=7182</ref>. Institute of Public Health í [[USA]] gjørdi einaferð eina kanning. Hon vísti tað, at 99 % av teimum, ið nýta/hava nýtt marijuana ikki gera tað dagliga ella fleiri ferðir um vikuna <ref>http://www.420thc.com/</ref>. Eingin er nakrantíð beinleiðis deyður av kannabisi<ref>http://www.ibj.com/state-senator-should-indiana-legalize-marijuana/PARAMS/article/24843</ref>.