Munurin millum rættingarnar hjá "Bergtóra Høgnadóttir Joensen"

Content deleted Content added
nýggj síða
 
sNo edit summary
Linja 1:
'''Bergtóra Høgnadóttir Joensen''' (fødd [[15. februar]] [[1971]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] politikari ([[Tjóðveldi]]) og sosialráðgevi. Hon varð útbúgvin sum sosialráðgevi í 1997 og sum Supervisor í 2000.<ref>[http://www.kveik.fo/DesktopModules/HRDB/HRDBPre.aspx?PersonID=251&mid=664 kveik.fo]</ref> Hon hevur starvast innan ymisk øki, eitt nú sum HR-mennari hjá Eik og sum kjeikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini. Í [[Keypmannahavn]] starvaðist hon sum málsviðgeri í sosialsentri í 1997, og árið eftir sum sosialráðgevi í Kriminalforsorgini í [[Danmark]]. 1998 til 2004 starvaðist hon sum virkiskonsulentur í Keypmannahavn. Hon var forkvinna í [[Sosialráðgevarafelag Føroya]] frá 2005 til 2007. Hon varð vald inn á [[Føroya Løgting]] á [[løgtingsvalið 2008|løgtingsvalinum 2008]], og var framsøgufólk fyri Tjóðveldi, meðan [[Annita á Fríðriksmørk]] var í farloyvi.
 
Bergtóra býr í [[Hoyvík]] við manni og børnum. Hon er dóttir [[Karin Kjølbro]], sum var onnur av fyrstu føroysku kvinnunum ið vóru valdar inn á Føroya Løgting, og Høgna Debes Joensen, landslækna.