Munurin millum rættingarnar hjá "Viktoriavatn"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Tað størsta vatnið í [[Afrika eitur Viktoriavatn, eisini nevnt ''Nyanza''. ]] '''Viktoriavatn'''..."
 
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Lake Victoria}}
Linja 1:
[[Mynd:Lake_Victoria_composite_satellite_photo.jpg|thumb|right|250px|Tað størsta vatnið í [[Afrika]] eitur Viktoriavatn, eisini nevnt ''Nyanza''. ]]
'''Viktoriavatn''' (eisini rópt '''Nyanza''') er størsta vatnið í [[Afrika]]. Vatnið haðani rennur gjøgnum [[Nilá]] út í [[Miðjarðarhav]]. Nógvur fisk­ur er í Viktoriavatni. Tað hevur eisini stóran týdning sum farleið millum londini [[Kenja]], [[Uganda]] og [[Tansania]]. Fyri at fáa meira burtur úr fiskivinnuni varð eitt nýtt fiskaslag slept út í Viktoriavatn í 1950-árunum. Tað var nil-áburran, sum ikki hevði verið í vatninum áður. Nil-áburran treivst væl, og nógv meira varð nú fiskað. Men seinni vísti tað seg, at nógv onnur fiskasløg minkaðu í staðin. Hetta vóru fiskasløg, sum fiskimenninir, ið búðu fram við vatninum, fiskaðu við smáum útróðrarbátum. Í staðin komu stór fiskiskip langvegis frá at fiska nil-áburruna. Í Viktoriavatni trívist ein vatnplanta, ein hýasint, sum helst er komin úr einum urtagarðshyli. Hesin vøksturin flýtur omaná og fjalir stórar partar av vatninum. Tað ger, at bátar illa fáa siglt. Men nú er eitt skordýraslag sett út, sum etur hesa vatnplantuna, og tí er ikki so nógvur ampi av henni longur.
{{Commonscat|Lake Victoria}}
 
[[Bólkur:Vøtn]]