Munurin millum rættingarnar hjá "Smærru Antilloyggjar"

Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Lesser Antilles}}
Linja 4:
Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívlig mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja. Fyrr fóru fólk ímillum oyggjarnar í báti, og enn verður mesta vøran flutt við skipi, tí at tað er bíligasti flutningsháttur. Stórar útflutningshavnir eru t.d. [[Castries]] í [[St. Lusia]]. Í fleiri oyggjum eru ongar jarnbreytir lagdar, og høvuðsvegirnir eru mest fram við strondini, og tí er vegasambandið inn í oyggjarnar vánaligt. Í Antigua, Barbados, Martinique og mongum øðrum oyggjum eru nú lagdir stórir flogvøllir. Stór [[Flogfar|flogfør]] kunnu seta seg.
 
Mesti ídnaðurin í Smáu Antilloyggjum er í [[Trinidad og Tobago]]. Olja og gass eru í undirgrundini, og har eru virki, sum vinna úrdráttir úr oljuni og gassinum, og eisini er jarn- og stálídnaður. Tá ið [[Barbados]] er frá, eiga hini londini so at siga eingi ráevni, og høvuðsinntøka teirra er [[landbúnaður]], t.d. bananir, sukur, [[bummull]] og [[kakao]]. Seinastu árini hevur verið roynt at gera útflutningsídnaðin fjølbroyttari. Í [[St. Vinsent og Grenadinoyggjar]] er gjørd stór kvørn, og í Martinique oljureinsiverk. Á mongum oyggjum hevur ymiskur smáídnaður tikið seg upp.
{{Commonscat|Lesser Antilles}}
 
[[Bólkur:Karibia]]