Munurin millum rættingarnar hjá "Shanghai Cooperation Organisation"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata)
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
 
Linja 1:
[[Mynd:SCO_Summit_Ekaterinburg_2009.jpg|thumb|right|250px]]
'''Shanghai Cooperation Organisation''' (stytting: '''SCO''') er ein felagsskapur, stovnaður í [[2001]]. Shanghai Cooperation Organisation eitur klubburin av londum, sum hava tað til felags, at tey ikki vilja hava [[USA]] við til borðs. Teir seks limirnir í SCO eru [[Kina]], [[Russland]], [[Usbekistan]], [[Tadjikistan]] og [[Kirgisia]]. Søguliga sæð hevur sam­bandið millum Russ­land og Kina altíð verið merkt av harðari kapping, sum var í hæddini undir [[Kalda kríggið|Kalda krígnum]], og nú eru russar vorðnir sera medvitandi um skjóta skiftið í vald­sbýtinum landanna millum - Kina er nú so nógvar ferðir ríkari enn Russland. Ein sera týðandi lutur í viðurskiftunum teirra mill­um er vantandi førleikin hjá pørtunum at koma til eina semju um gass. Øðru­megin er eigarin Russland, ið er heimsins størsti fram­leiðari av gassi, hinumegin Kina, sum er heimsins størsti og svangasti brúkari, og sum vil hava hendur á meira gassi. Russland er eisini ikki fegið um ætlanirnar hjá [[Barack Obama]] um at hava rakettverjustøðir í [[Pólland]] og [[Evropa|Eysturevropa]], sum skulu verja móti álop­um úr [[Iran]], og Kina er eiheldur fegið um rakett­verjuskjøldrið, hóast stúr­anin ikki er tann sama. Kina vendir í hesum sam­bandi peikifingurin móti amerikansku rakett­verju­skipanini í ásiatiska partinum av [[Kyrrahav]]søkinum.
{{Commonscat}}
 
[[Bólkur:Felagsskapir]]