Munurin millum rættingarnar hjá "Páskir"

Content deleted Content added
sNo edit summary
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Easter}}
Linja 10:
== Jødiskir páskasiðir ==
 
[[Jødar]] halda páskir til minnis um, tá ið ísraelsfólk sluppu út úr [[Trælahandil|trælahaldinum]] í [[Egyptaland]]i. [[Jerúsalem]] í [[Ísrael]] var staðurin, har øll fóru á páskum, tí her stóð [[Sálomonstemplið|templ­ið]]. Tá ið tað var rivið niður, seinastu ferð ár 70 e.Kr., helt fólkastreymurin uppat, men enn er Jerúsalem staðurin, har nógvir jødar ferðast á páskum. Í tempultíðini ofraðu tey lomb á páskum. Í dag eta jødar páskamáltíð, har maturin hevur symbolskan týdning. 

Jødisku páskirnar stava frá tí ferðini, tá ið Gud bjargaði ísraels­ fólki undan teimum tíggju plágunum. Tá ið tíggjunda plágan skuldi koma, sigur Gud ísraelsfólki, hvussu tey skulu bera seg at, skal deyðseingilin ikki koma á gátt. Tað var blóðið av lambi, ið skuldi smyrjast um úthurðina, sum tekin fyri, at Gud vildi bjarga teimum. Hetta var ikki fremmant fyri teimum, tí vanligt var at ofra til Gud, at bøta um syndir, og tá varð blóð nýtt. Prestar tóku sær av hesum. Blóðið av lombum undan [[Seyður|seyði]] ella geitum varð ofrað á altarinum í templinum. Fólk tóku deyða lambið, ið tey høvdu samsýnt fyri, heim við sær og [[Matur|mat­]] gjørdu. Hetta var páskalambið, sum tey ótu á páskum. Jødar ferðaðust tríggjar ferðir um árið til Jerúsalem, tá ið templið stóð. Teir høvdu offurgávu við sær til prestarnar og templið.
{{Commonscat|Easter}}
 
[[Bólkur:Hátíð]]