Munurin millum rættingarnar hjá "Steinbjørn B. Jacobsen"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 3:
Beint eftir realprógvið, tikið á Tvøroyri, fór hann til Grønlands við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði 1957 fór hann til Íslands. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til 30.6.58. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparand flokkinum á Ask Háskúla uttan fyri Århus. Í 1959 byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted frie- og Efterskole 1961/62, fimm mánaðir. Summarið 1961 tumlaði hann av Fjóni til Ålesund og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í Jotunheiminum. Summarið 1962 fór hann saman við fýra øðrum bilferð til Grikkalands, støðgaði 8 dagar í Jugoslavia, úr Grikkalandi við ferju til Suðuritalia, og so aftur til Danmarkar. 43 dagar. Teir búðu í tjaldi.
 
Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert Løgstør í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, Skive. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari viðí Sankta Frants skúla 1965/66. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Lærari í Húsavík 1966 til 1. apríl 1970. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til 1. august 1980 stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Við at stovna fólkafylkingina móti EEC 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna Rithøvundafelagið 1967 og tá valdur í nevndina, har hann sat til 1979, mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið Gluggin kom út aftur í januar 1968, stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli.
Saman við Gunnari Hoydal var hann ritstjóri á Varðanum 1977/81. Teir vóru frásettir uttan grundgeving av nýggjari nevnd, sum var vald á óvanligan hátt. Tíðarritið kom tvær ferðir um árið, treyt ikki tilfar og áhugin fyri tí stórur. Frá 1981/87 nevndarlimur í nýstovnaða Móðurmálslærarafelagnum. Summarið 1978 var hann ein mánað í USA, bjóðaður av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trolaranum Vón, ið royndi undir Føroyum. Vikarur í Syðradali á Streymoynni apríl, mai og juni. Fast starv viðí Tórshavnar Kommunuskúla í 1981. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 1982/83. Farloyvi frá skúlanum 1989/90 og skúlaárið 1990/91. Fimm teir fyrstu mánaðirnar í 1990 var hann gestalærari á Norrøna Fólkaháskúlanum í Snoghøj i Danmark. Av og á hevur hann havt greinar, ummæli og lesarabrøv í bløðunum.