Munurin millum rættingarnar hjá "Lógarbrot"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 61 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q83267 (translate me)
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Crimes}}
Linja 6:
Í øllum samfeløgum eru fyriskipanir og lógir. Í [[Føroyum]] sigur eina mest revsilógin okkum, hvat ið er ólógligt, men eisini eru nógvar aðrar lógir. Í lógunum stendur, hvussu ið revsað verður. Í revsilógini standa tær vanligu treytirnar, fyri at ein kann revsast. Til dømis er hon soleiðis orðað, at lógaldurin er 15 ár. Tað merkir, at ung yngri enn 15 ár kunnu ikki verða handtikin, dømd ella revsað. [[Føroya Rættur]] er okkara dómstólur. Her tekur dómarin støðu til lógarbrotini, til dømis herverk ella stuldur. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum er [[Danmark|danskt]], skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landstættir eru, Vestari landsrættur í [[Viborg kommuna|Viborg]] og Eystari landsrættur í [[Keypmannahavn]], sum er tann, ið kemur til [[Føroya]] nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál. Summi álvarsmál skulu fyri nevningating. Í nevningatinginum eru 12 nevningar og dómarin. Nevningarnir gera av, um ákærdi er ósekur/sekur, men skal ein verða sekur, skulu minst 8 av nevningunum vera samdir um tað. Nevningarnir saman við dómaranum áseta revsingina. Ovasti dómstólur í rættarskipanini nevnist ''Hægstirættur''.
 
Fyrr var [[deyðarevsing]] fyri heilt álvarslig lógarbrot, og enn eru mong lond, har summir lógarbrótarar, til dømis drápsfólk, verða avrættað. Í [[Danmørk]], og tí eisini í Føroyum, varð deyðarevsing tikin av í [[1930]]. Fyri álvarsom lógarbrot kunnu fólk nú verða dømd at sita - ''treytaleys revsing''. Tá ið ein tíð er farin, ber til at sleppa út ávísar tíðir. Eisini er vanligt at fangar, sum skikka sær væl í [[Fongsul|fongslinum]], sleppa út, áðrenn teir hava sitið alla tíðina, teir eru dømdir at sita. Teytað revsing er linari dómur. Tá verður revsingin útsett og fellur burtur eftir ávísari tíð, um ákærdi ikki aftur brýtur lógina hesa tíðina.
{{Commonscat|Crimes}}
 
[[Bólkur:Løgfrøði]]