Munurin millum rættingarnar hjá "Jól"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Christmas}}
Linja 49:
Smátt um smátt yvirtók [[kirkja]]n vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar "dies natalis solia invicti" til føðingadag [[Jesus|Jesu]]. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í [[Róm]] dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Aleksandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534.
 
So hvørt sum kristnidómurin breiddist út um Evropu, tók hann upp siðir, sum vóru frá heidnari trúgv, so sum mistiltein, jólatræ og at kynda bál. Tann siður at hava jólatræ kann førast aftur til dyrkan av "ask yggdrasils" (-úr ásatrúgv). Tað var vani at pynta hús við grønum greinum um jólini, og geva øðrum greinar, til minnis um megi nátturunnar. Kristni kom til [[Skandinavia]] uml. 900, og heiðin jól gjørdust kristin.
{{Commonscat|Christmas}}
 
[[Bólkur:Hátíð]]