Munurin millum rættingarnar hjá "Hondbóltur"

24 bytes løgd afturat ,  5 ár síðan
s
bottur leggur aftrat {{Commonscat|Handball}}
s (Bot: Migrating 77 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q8418 (translate me))
s (bottur leggur aftrat {{Commonscat|Handball}})
[[Mynd:Handball.png|thumb|Mátini á einum hondbóltsvølli]]
'''Hondbóltur''' er ein lið ítróttargrein, har hvørt liðið hevur 7 leikarar, ein málmann og 6 útileikarar. Harumframt kunnu bæði liðini hava útskiftarar, sum sita á bonkinum, meðan hini spæla. Liðini kasta ein bólt millum sín og royna hvør sær at skjóta bóltin í málið hjá mótstøðuliðinum. Tað liðið sum fær flest mál, eftir at tíðin er farin, hevur vunnið dystin. Um tað stendur á jøvnum í málum, so er tað javnleikur og ongin hevur vunnið. Vinnarin fær vanliga 2 stig, og tað liðið sum tapir fær onki stig. Um tað er javnleikur, so fáa bæði liðini 1 stig hvør. Hjá teimum vaksnu varir ein dystur í ein tíma, hvør hálvleikur varir 30 minuttir. Bæðini liðini kunnu taka time-out, meðan dysturin er í gongd, hetta verður ofta brúkt, tá tað gongur illa hjá tí eina liðinum. [[Hondbóltur í Føroyum|Hondbóltur]] er ein vældámd ítróttargrein í [[Føroyar|Føroyum]], bæði menn og kvinnur hava tvær deildir, og børnini kappast eisini í teirra aldursbólkum. Tey vaksnu hava tvær kappingar, eina landskapping og eina steypakapping. Hesar kappingar verða ofta nevndar eftir høvuðsstuðulinum. Hondbóltsdystir verða í Føroyum og í øðrum londum leiktir í innandura ítróttarhøllum, men fyrr í tíðini, tá fáar ella ongar ítróttarhallir vóru, spældu tey hondbólt uttandura. Fyrstu ítróttarhøllirnar í Føroyum vóru bygdar í 1970-árunum. Í Føroyum byrjar kappingin um heysti í september og endar um várið í apríl.
{{Commonscat|Handball}}
 
[[Bólkur:Hondbóltur]]
9.795

rættingar