Munurin millum rættingarnar hjá "Fíggjarkreppan 2007-2009"

Content deleted Content added
s wikidata
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Economic crisis from 2007}}
Linja 36:
[[Danmark|Danski]] bjargingarpakkin kann sigast at vera ein blandingur av 'moral hazard' og 'systemic risk skúlunum'. Ein partur av pakkanum er, at bankarnir sjálvir skulu gjalda 35 mia. kr. inn í ein trygdargrunn, sum skal tryggja innlánini í bankum, sum fara av knóranum. Um tapini í [[Danmark|danska]] fíggjarheiminum gerast størri enn 35 mia. kr. traðkar staturin til og tryggjar restina. [[Danmark|Danski]] bjargingarpakkin er eisini galdandi fyri [[Føroyar|føroysku]] bankarnar og tí vil hetta eisini tryggja [[Føroyar|føroyska]] fíggjarkervið í sama mun sum [[Danmark|danskar]] bankar. At ein bjargingarpakki er gjørdur merkir ikki at bankarnir ikki kunnu fara á heysin. Hetta merkir einans, at tey sum hava pening í bankunum ikki koma til at missa nakað av innistandandi. Trygdin fyri at bankarnir – herundir eisini [[Føroyar|føroysku]] bankarnir – eru tryggir er, at teir eru væl riknir og ikki hava tikið óneyðugan váða á seg.
 
[[Føroyar|Føroysku]] bankarnir hava knappar 20 mia. kr. í útlánum, svarandi til uml 1,5 ferðir [[Bruttotjóðarúrtøka|BTÚ]]. Til samanberingar hava [[Ísland|íslendsku]] bankarnir uml. 10 ferðir [[Ísland|íslendska]] [[Bruttotjóðarúrtøka|BTÙ]] – tvs. um [[Føroyar|føroysku]] bankarnir høvdu havt sama lutfall sum [[Ísland|íslendsku]] bankarnir høvdu útlánini verið uml. 140 mia. kr. Tað er eyðsæð, at [[Føroyar|føroysku]] bankarnir hava átikið sær minni váða enn t.d. [[Ísland|íslendsku]] bankarnir. Samanumtikið er [[Føroyar|føroyska]] fíggjarkervið sunt og væl rikið. Sum er eru eingin tekin um at nakar [[Føroyar|føroyskur]] fíggjarstovnur fer av knóranum. Eingin trygd kann veitast fyri at hetta ikki hendir, men í og við at loftið av innskjótaragarantinum á kr. 300.000 er tikið av, er allur innistandandi peningur í [[Føroyar|føroyska]] bankakervinum tryggur.
{{Commonscat|Economic crisis from 2007}}
 
[[Bólkur:Kreppa]]