Munurin millum rættingarnar hjá "Karibia"

Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 8:
Í [[1492]] kom [[Spania|spanski]] rannsóknarmaðurin [[Kristoffur Kolumbus]] ([[1451]]-[[1505]]) við monnum sínum sum fyrstu [[Evropa|evropearar]] til Karibia. Á nógvum oyggjum búðu ymisk indiánafólk. Mangir [[Evropa|evropearar]] komu seinni og fóru at trælka indiánarnar. Noktaðu teir at arbeiða, vórðu teir dripnir. Nú eru bara tveir smáir ættbólkar eftir av upprunafólkinum í øllum Karibia.
 
Karibiaoyggjar eru hugtakandi vakrar og fruktagóðar, har eru nógvir litfagrir [[Fuglur|fuglar]], langir sandar og nógv sól. Økið dregur ferðafólk úr øllum heiminum at sær. Hetta gevur nógvum fólki arbeiði. Ferðafólkavinnan er størsta inntøkan á nógvum oyggjum har. Fólkið á oyggjunum [[MartinikMartinique]] og [[GuatalupeGuadeloupe]] hava nógv samband við [[Frakland]]. Tey tosa [[Franskt (mál)|franskt]], nýta [[Frakland|franskan]] frank sum [[gjaldoyra]], nýta [[Frakland|franska]] flaggið og halda [[Frakland|franskar]] hátíðardagar. Aðrar oyggjar eru bundnar at [[Stóra Bretland|Bretlandi]], [[Niðurlond|Hálendi]], [[Russland]]i og [[USA]]. Haðandi fáa tey bæði politiskan og fíggjarligan stuðul.
 
Størri helmingurin av karibum er búnaðarfólk. Mong arbeiða hjá góðseigarum, ið dyrka til dømis sukur og kaffi. Nøkur eiga sær ein lítlan teig, so tey kunnu dyrka grønmeti til sín sjálvs ella at selja á torginum. Upprunaligir karibiskir bygningar eru málaðir við glógvandi litum. Eins og byggihættir eru [[tónleikur]], bókmentir, list og matsiðir ein framúr góður blandingur av [[Evropa|evropeiskum]] og [[Afrika|afrikonskum]] stíli.
 
Stóru oyggjarnar millum [[Kuba]] og [[Puerto Riko]] ([[USA|US]]) nevnast [[Stóru Antilloyggjar]]. Eystanfyri liggja [[Smáu Antilloyggjar]], har tær smáu oyggjarnar millum [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|Jomfrúoyggjar]] og [[DominkaDominika]] nevnast [[Læoyggjar]]. Og oyggjarnar suður úr [[MartinqueMartinique]] ([[Frakland|Frak.]]) til [[Grenada]] eita [[Guloyggjar]]. Nógvir oyggjaflokkar eru komnir av gosum.
 
== Karibiaoyggjar ==