Munurin millum rættingarnar hjá "Pál Joensen"

Content deleted Content added
er nú giftur og hevur fingið millumnavnið hjá Maluni til sítt millumnavn, og hon eitur nú hansara eftirnavn.
Linja 73:
[[Image:Pál Joensen a Faroese Silver Medal Winner at The European Swimming Championships 2010.jpg|thumb|250px|Pál Joensen í 2011 við EM silvur um hálsin]]
[[Mynd:Pal Joensen gave autographs 2014.JPG|250px|thumbnail|Pál Joensen skrivar autografar til fjepparar í heimbygdini í 2014]]
'''Pál Vitalis Joensen''' ([[10. desember]] [[1990]], [[Vágur]]) er [[Føroyar|føroyskur]] [[Svimjing í Føroyum|svimjari]] úr [[Vágur|Vági]], sum svimur fyri [[Føroyska svimjilandsliðið|Føroyar]]. Hann er annar føroyingurin, ið hevur luttikið á [[Olympiskir Leikir|Olympisku Leikunum]], hann luttók á [[Summar-OL 2012]] í [[London]]. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL, og annar føroyingur, ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsti var rógvarin [[Katrin Olsen]]. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við [[Susvim]] í [[Vágs Svimjihøll]], har hylurin bert er 25 metrar langur. [[Jón Bjarnason]] var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlands á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Pál Joensen er sonur Turið Kjærbo og [[Kaj Joensen]]. Beiggi Pál, [[Eyðbjørn Joensen]], er eisini svimjari, hann er nøkur ár yngri enn Pál, føddur í 1996, hann hevur klárað seg sera væl í Føroyum og í [[Danmark]]. Pál eigur stóran part av [[Føroysk met í svimjing|føroysku svimjimetunum]]. Pál eigur eisini tvey [[Norðurlendsk met í svimjing|norðurlendsk met í sviming]]. Metið í 1500 m frí hevur hann betra fleiri ferðir, seinast tá hann gjørdist nummar fýra í finaluni til [[HM í svimjing 2011]] í [[Beijing]], hann svam tá við tíðini 14:46.33 (langgeil), ein betran av gamla metinum við heili 10 sekundum. Metið í 800 m frí á langbana setti hann fyri fyrstu ferð, tá hann svam innleiðandi til [[HM í svimjing 2011]] við tíðini 7:45.55. (Hesir upplýsingar kunnu altíð broytast, sí viðkomandi heimasíður, t.d. ensku [http://en.wikipedia.org/wiki/List_of_Nordic_records_in_swimming Wikipedia síðuna "List of Nordic records in swimming"]. Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvurheiðursmerki frá EM 2010 á langgeil, eitt silvurheiðursmerki frá [[2013 EM í svimjing á stuttgeil (25 m)|EM 2013 á stuttgeil]] og eitt silvurheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í [[Istanbul]]. Upprunaliga vann hann bronsu í HM 2012 á stuttgeil í 1500 m frí, men eftir at gullvinnarin, [[Mads Glæsner]], misti sítt gullheiðursmerki í juni 2013, tí hansara dopingroyndir vístu seg at vera positivar fyri eitt ávíst evni, ið ikki er loyvt, so bleiv Pálsa bronsa broytt til silvur. Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gullheiðursmerki aftur, eftir at hann fekk viðhald í kæruni um at missa gullheiðusmerki. Hetta førir við sær, at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa.
 
Í 2011 gjørdist Pál nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí.
Í desember 2014 gjørdist Pál nummar 4 til HM á stuttgeil við tíðini 14:26.54, ið var nýtt norðurlendskt met og ein betran av hansara persónliga bestu tíð við nærum seks sekundum. Pál var tann fyrsti svimjarin í heiminum, ið kláraði A-kravtíðina til 1500 metrar frí hjá monnum til [[OL 2016]] og ein av tveimum monnum, ið kláraði kravtíðina til 400 metrar frí til OL í Rio pr. 29. mars 2015, tað sæst á einum yvirliti, ið FINA kunngjørdi fyri tíðarskeiðið 1. til 29. mars 2015.<ref>[http://www.fina.org/H2O/docs/events/rio2016/2016_rio_qualifier_list.pdf FINA.org - 2016 Rio Qualifiers list (as of 3/29/2015)]</ref>
 
Hin 15. august 2015 giftist Pál við [[Malan Vitalis Bærendsen|Maluni Vitalis Joensen]], ið áðrenn brúdleypið nevndist Malan Vitalis Bærendsen. Hann fekk sær Vitalis til millumnavn, og hon fekk sær Joensen til eftirnavn. Tey giftust í Páls Høll í Vági, ið hevur Føroya fyrsta langhyl. Vatn var ikki komið í hylin, áðrenn brúdleypið, men tveir dagar seinni varð byrjað við at fylla vatn í hylin.
 
== Lívsleiðin í altjóða svimjing ==