Munurin millum rættingarnar hjá "Koranin"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
'''Koranin''' ([[Arábiskt mál|arábiskt]] '''القرآن‎''' ''al-qur'ān'', ið merkir "upplesturin" ella "framsøgnin"), er heilaga skrift [[Muslimar|muhamedsmanna]]. Muhamedsmenn ella muslimar trúgva, at Koranin er opinbering, [[Muhammed|Muhamed]] profetur fekk frá Guði (Allah) umvegis Gabrial eingil í árunum 609 til deyða sín í 632. Koranin er upprunaliga skrivað á fornarábiskum máli, ólíkt nútíðararábiskum máli, við miklari ávirkan frá fornum arábiskum bygdarmálum í norður Saudiarábia. Munurin á málunum kann berast saman við gamalt spanskt mál og nútíðarspanskt mál, ella láglatín og nútíðarrómask mál (franskt, portugiskiskt mál, o.s.fr.). Hóast arábiska málið í Koranini er torført at týða, tí m.a. orð hava ymiskar týdningar alt eftir samanhang, var Koranin í 2010 týdd til 112 mál, flestu teirra afrikonsk, ásiatisk og evropeisk mál. Tó biðja allir muslimar á arábiskum og upprunaliga Koranin er best umtókt millum muslima, millum annað tí muslimar trúgva, at upprunaliga Koranin er orðarøtt og eins og Guð mælti hana til Muhameds.
 
<nowiki> </nowiki>Koranin hevur fleiri søgur í felag við [[Bíblian|Bíbliuna]] og [[Tora|Toruna]] við smáum munum. Harumframt eru til dømis [[Ísakur]], [[Jesus]], og [[Elia|Líggjas]] profetar í Koranini. Tó trúgva muslimar, at Muhamed profetur er allarsíðsti profetur í røðini av mongum. Koranin kallar kristin og jødar ''bókarinnar fólk'', men muslimar halda, at Bíblian og Toran eru villeiddar og spiltar.
 
== Ávísingar úteftir ==