Munurin millum rættingarnar hjá "Venceslaus Ulricus Hammershaimb"

Content deleted Content added
smárættingar
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:V.U. Hammershaimb.jpg|thumb|right|220px|V. U. Hammershaimb.]]
'''Venceslaus Ulricus Hammershaimb''' ([[25. mars]] [[1819]] í [[Sandavágur|Sandavági]] - [[9. apríl]] [[1909]] í [[Keypmannahavn]]) var ein føroyskur málfrøðingur. Hann er kendur sum faðirin at [[skriftmál]]i [[Føroyar|føroyinga]]. Foreldur hansara vóru [[Jørgen Frantz Hammershaimb]] og [[Armgarð Maria Egholm]]. Hann gav í [[1854]] fyrstu [[Føroyskt (mál)|føroysku]] mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Í [[1855]] varð hann innsettur sum prestur í [[Kvívík]]. Í [[1862]] gjørdist hann [[prestur]] á [[Nes, Eysturoy|Nes]]i í [[Eysturoy]], og próstur frá [[1867]]. Her læt hann í [[1863]] nýggjan [[Prestagarðurin á Nesi|prestagarð]] byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á [[løgting]]i trý skeið. Síðan flutti hann í [[1878]] við konuni til [[Danmark]]ar at búgva. Í [[Sandavágur|Sandavági]] varð minnisvarði reistur í [[1919]], V.U. Hammershaimb til heiðurs.
 
Hammershaimb eigur stóra æru fyri, at [[Føroyar|føroyingar]] varðveittu [[skriftmál]]ið. Tað var hann, sum gav føroyska málinum [[bókstav]]in [[Ð]]. Við íblástri frá vinmanni sínum, [[Jón Sigurðsson|Jóni Sigurðssyni]], professara og málfrøðingi úr [[Ísland]]i, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva [[mál]]ið soleiðis, sum tað verður framborið.
Linja 6:
Hammershaimbsættin er gomul í [[Føroyar|Føroyum]]. Fyrstur í [[Føroyar|Føroyum]] av hesi ætt var langabbi V. U. Hammershaimb, [[Jørgen Frants de Hammershaimb]], sum var føddur í [[Keypmannahavn]] [[31. oktober]] í [[1688]]. Hann starvaðist hjá Gablunum og kom soleiðis til [[Føroyar|Føroya]] at verða fúti í [[1723]]. Hann giftist sama ár við [[Danmark|danskari]] konu, tey fingu tvey børn.
 
Konan doyði tíðliga, og tá giftist [[Jørgen Frants de Hammershaimb]] uppaftur við [[Elisabeth Christine Samuelsdatter]], dóttir [[Samuel Pedersen Lamhauge]], løgmann, í [[Nýggjustovu]] í [[Tórshavn|Havn]]. Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin [[Jørgen FrantsFrantz Hammershaimb]], sum var [[Føroyar|Føroya]] síðsti [[løgmaður]], áðrenn [[Løgting]]ið varð niðurlagt í [[1816]]. Jørgen Frants giftist eisini í [[Nýggjustovu]] í [[Tórshavn|Havn]], eins og abbin, við [[Armgard Mariu Egholm]], og fingu tey bæði sonin [[VenselslausVenceslaus Ulricus Hammershaimb]], og dótrina [[Marie Louise Hammershaimb]], sum var ógift.<ref>Eirikur Lindenskov, [[Sosialurin]], 8. apríl 2009</ref>
 
Føroyska tíðarritið [[Vencil]], sum er komið út tvær ferðir um árið síðan 2006, er uppkallað eftir Vencil Ulricus Hammershaimb.<ref>[http://vencil.wordpress.com/sovn/greinasavn/bokaummaeli/hvar-er-rak/ Vencil.wordpress.com] Hvar er rák? - Ummæli í Dimmalætting/Skáanum 27. oktober 2006. Kinna Poulsen hevur skrivað.</ref>