Munurin millum rættingarnar hjá "Óðin"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Image:Odin riding Sleipnir.jpg|right|thumb|250px|Óðin ríður Sleipni á hesi gomlu íslendsku mynd.]]
'''Óðin''' (Norrønt: Óðinn) er mætasti gudur í norrønu gudalæru og forngermanskari gudafrøði, har hann verður nevndur Wotan. Óðin er gudur vísdómsins, krígsins og stríðsins, gandsins, sigursins og skaldskaparins. Hann er alfaðir og kongur alra ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr [[Mimir (gudur)|Mimis]] brunni, haðani hann hevur fingið sín vísdóm. [[Ravnur|Ravnar]] Óðins, [[Hugin og Munin]] (''Hugurin'' og ''Minnið''), flúgva um heimin allan og boða Óðini frá tí, ið fyriferst í heiminum.
 
Kona Óðins eitur [[Frigg]], men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Mætastur av synum Óðins er [[Tórur]], sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru [[Baldur]], [[Høður]], [[Váli]], [[Víðar]] og kanska [[Heimdallur]], [[Týr (gudur)|Týr]] og [[Bragi]].