Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
Linja 91:
Føroyingar stava partvíst frá víkingum úr Noregi og partvíst frá trælkonum teirra úr Írlandi og Skotlandi.<ref>Wang, C. August. 2006. Ílegur og Føroya Søga. In: ''Frøði'' pp.20-23</ref> Norðbúgvar úr Noregi komu til Føroya at seta búgv. Í Føroyingasøgu stendur skrivað, at [[Grímur Kamban]] víkingur var fyrstur at búseta seg í Føroyum. Mett verður, at hetta var í ár umleið 825, hálvthundrað ár áðrenn Naddoddur víkingur á veg úr Noregi til Føroya rak av leið og kom sum fyrsti víkingur til Íslands. Hann støðaðist tó ikki har, men vendi aftur til Føroya. Tað var á døgum Haralds Hárfagra serliga, at sagt verður í Føroyingasøgu, at mikið fólk flýddi úr Noregi undan harðræði hansara og valdu at seta búgv í Føroyum, aðrir í Íslandi og øðrum óbygdum londum.
 
Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, eru føroyingar ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytist mentan og siður við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingar, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið kallaðist í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum.
 
=== Navnasiður ===