Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
Linja 93:
Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, tí ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytist mentan og siður við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingar, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið kallaðist í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum.
 
=== Navnasiður ===
Jónas er tað mest vanliga drongjanavnið hjá nýføðingum í Føroyum í 2010 <ref>http://www.demokratia.fo/print.asp?id=2733</ref>.
Høvuðsgrein: [[Eftirnøvn í Føroyum]]
 
Vanligasta givna dreingjanavnið í 2014 var Benjamin, næstvanligasta Liam og triðvanligasta Rókur.<ref>http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/novn-a-dreingjum-foddir-i-arinum-2001-</ref> Vanligasta givna gentunavnið í 2014 var Eva, næstvanligasta Emma og triðvanligasta Hanna.<ref>http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/novn-a-gentum-foddar-i-arinum-2001-</ref> Nøvnini Benjamin, Eva og Hanna eru bíblisk nøvn, meðan Liam og Emma eru av forngermaniskum uppruna og Rókur er av fornnorrønum uppruna. Vanligasta eftirnavnið í Føroyum er Joensen, hóast talið hevur minkað síðan 2001. Joensen er danskt og merkir Jógvansson, sum eisini samsvarar við vanligasta mannfólkanavnið Jógvan.
 
=== Orðalýsing ===